Um stutta tíð, fer Blái Krossur at lata upp eina kafe í Kongagøtu.
Málbólkurin hjá kafeini eru misnýtararnir. Bæði fyrrverandi og núverandi.
Blái Krossur í Føroyum hevur staðfest, at tað er tørvur á einum tílíkum høli í høvuðsstaðnum, og tí eru teir farnir undir hetta tiltakið.
Kafein skal halda til í kjallaranum í bygninginum í Kongagøtu, har Blákrosstovan heldur til.
Í tí sambandinum hevur nógvur aktivitetur verið í húsinum.
? Hølini eru gomul, og skuldu tí setast í stand. Brunaumsjónin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava serlig krøv, tá talan er um matstovuvirksemi, og tey krøvini kosta, sigur Kristian á Reynatrøð.
? Tá arbeiði er liðugt, er alt nýtt. Alt tað gamla tikið niður og burturbeint.
Hitastova fyri misnýtarar
Kafein hjá Bláa Krossi er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum og sigast kann, at tað hevur verið tørvur á henni.
Kristian á Reynatrøð sigur, at tað er sera trupult hjá misnýtarum at klára seg, tá teir koma út aftaná lidna viðger.
? Teir hava ongastaðni at verða, og tí fella nógvir av teimum aftur í misnýtslu.
? Í londunum kring um okkum, er vanligt at hava sokallaðar »varmestuer«. Tær er ætlaðar misnýtarum av ymsum slag. Har kunnu tey koma inn at fáa sær ein kaffi- ella temunn, og stytta sær stundir.
Í Føroyum verða hesi fólk, sum oftast, latin upp til sín sjálvs, og tá hava tey ofta trupult við at klára seg.
? Nógv av teimum savnast bara onkustaðni; í tí vit kalla »bulir« og tað vilja vit royna at bøta uppá. Tey skulu verða vælkomin í kafeina ístaðin.
Men tað verður ikki loyvt at nýta rúsevni inni á kaffistovuni.
? Nei, tað verður tað ikki, sigur Kristian á Reynatrøð.
? Kafein skal rekast á einum kristnum og rúsfríum grundarlag, og tað er ætlanin, at »kundarnir« skulu lata frá sær øll rúsevni við dyrnar.
Nær kaffistovan fer at lata upp, er ikki rættuliga greitt enn.
Kristian á Reynatrøð greiðir frá, at ætlanin er at lata upp um ikki so langa tíð, men fyrsta skal alt arbeiði gerast liðugt.
Hvussu kaffistovan fer at hava opið, hongur saman við hvussu raksturin verður fíggjaður.
? Tað er Blái Krossur, sum hevur sett gongd á arbeiði, og vit hava sett okkum fyri, at fíggja alla íløguna sjálvi sigur Kristian.
? Hinvegin ætla vit at heita á Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, um at stuðla rakstrinum. Hetta hava vit ikki gjørt enn, men vit fara at gera um heilt stutta tíð.
Kristian á Reynatrøð sigur, at vil kommunan átaka sær at gjalda fyri raksturin so verða tvey fólk sett at arbeiða í kaffistovuni.
? So kann hugsast, at hon til dømis fer at hava opið frá klokkan 19-24, sigur Kristian.
? Men, skundar hann sær at leggja afturat, spyrja vit misnýtararnar, so siga teir at vit skulu hava opið bæði um dagin og um kvøldið. Um vikuskiftið vilja teir fegnir hava at opið verður til klokkan fýra um náttina.
? Tað sæst á øllum brøgdum, at tað er tørvur á eini slíkari kaffistovu, sigur hann.
Kristian á Reynatrøð sigur eisini, at vil kommunan hjálpa við rakstrinum er ætlanin at tvey fólk skulu arbeiða í kaffistovuni. Helst eitt mannfólk og eitt konufólk, men hetta er tó ikki avgjørt enn.
Bíligt og gott
Nú er tað einaferð so, at málbólkurin fyri kaffistovuna, er ikki tað mest múgvandi fólki vit hava í Føroyum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at tað skal ikki kosta ov nógv at keypa har.
? Tað er ikki ætlanin at reka kaffistovuna á einum vinnuligum grundarlag. Tí skal hesin bólkurin hava ein møguleika at brúka kafeina, so skulu prísirnir verða lágir.
? Úrvalið fer ikki at verða so ógvusliga stórt, men tað er ikki tað týdningarmiklasta.
? Vit fara hinvegin at leggja dent á, at tað skal verða ein trygg lon at koma í hjá hesum bólki, sum frammanundan er settur til viks í samfelagnum
Stór íløga
Sjálvt um ein stórur partur av arbeiðinum verður gjørdur sum sjálvboðið arbeiði, so kostar tað nógv, at innrætta eina tílíkt hølið.
Kristian á Reynatrøð sigur, at samlaði kostnaðurin er 428.000 krónur, men tá er henda hæddin totalrenovera.
? Blái Krossur ætlar at fíggja alla íløguna sjálvur, og higartil hava vit útvegað uml. 40% av kostnaðinum.
Kristian á Reynatrøð sigur, at teir í løtuni arbeiða við at útvegað restina av fíggingini.
? Vit hava søkt ymsar grunnar í Danmark, og vit hava heitt á fyritøkur í Føroyum um at veita okkum stuðul.
Men er tað ikki vanligt, at almennu myndugleikarnir verða drignir upp í eina slíka ætlan?
? Jú, sigur hann, men sum eg segði íáðni, so er ætlanin at fáa almennu myndugleikarnar at fíggja raksturin. Tí hava vit átikið okkum at fíggja alla íløguna sjálvir.
Ikki kapping
við Heilbrigdi
Vit spurdu Kristian á Reynatrøð, um hetta ikki kann uppfatast sum kapping við Heilbrigdi um »kundarnar«.
? Nei, tað hevur als onki við tað at gera. Vit hava staðfest at tørvur er á einum slíkum høli, og tað rokni eg eisini við at tey á Heilbrigdi eru samd við okkum í.
? Teir størstu rúsevnistrupulleikarnir eru í høvuðsstaðnum, og eg rokni við, at tey á Heilbrigdi eru fegin um at vit taka hetta stigið. Tað verður fyri allar misnýtarar. Bæði tey sum hava verið á Blákrossheiminum, á Heilbrigdi ella aðrastaðni.
Viðgerast við vælvild
Elin Lindenskov, formaður Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, sigur í stuttari viðmerking, at ein slík umsókn sjálvandi verður viðgjørd við vælvild.
? Men tað er vónleyst í løtuni at siga, hvussu vit kunnu stuðla einum slíkum tiltaki. Vit mugu fyrst fáa einaumsókn.
? Eitt slíkt mál skal undir øllum umstøðum leggjast fyri býráðsfund. Sosiala nevnd hevur ikki so nógvan pening tøkan, sigur Elin Lindenskov.
Annars heldur hon tað verða eitt frálíkt hugskot, sum Blái Krossur her kemur við. Hon sigur samstundis, at eftir hennara meting áttu landsmyndugleikarnir at hjálpt við at fíggja eitt tílíkt tiltak, hóast størsti trupulleikin er í høvuðsstaðnum