Sum vera man myndaðu tíðindini um, at Annika Olsen aftur varð partur av Fólkaflokkinum tíðindastreymin í gjár.
Annika Olsen segði seg hava fingið fótafesti aftur, eftir at hon hevði mist tað eina løtu, og nú fór hon at lata seg í arbeiðsklæðini.
Tveir mans tyktust minni fegnir um avgerðina. Jacob Vestergaard segði bart út, at hann stuðlaði ikki avgerð floksins um at taka hana inn aftur í hitan, meðan Poul Michelsen, ið kanska hevði vónað at fingið eina nýggja krúnprinsessu í flokkin, segði seg ikki vita betri, enn at hon var á veg í Framsókn. Tað var tað seinasta, hon hevði boðað honum frá.
Eingin av hesum søgunum kveikti tó so nógvan áhuga, sum søgan um, at ein nýggj kaffibarr fer at opna í Havn. Maðurin, ið rekur handilin Brell fer at opna eina kaffibarr á Vaglinum.
Onnur tíðindi frá í gjár vóru, at Bárður Hansen, sum er á royndarvenjing í Svøríki, bleiv skaddur aftan á einans 40 minuttir. Tórshavnar kommuna fer at seta fólk í starv, sum skal fáa skil á parkeringsviðurskiftunum í býnum, Lopranshólmur er seldur úr Vági til Spania og ting.fo skrivaði, at løgtingsmenn í gjár mintust Jákup í Lopra, tá tingfundurin varð settur.