Kaggin á odda í báðum deildum

Hóast billardkappingin enn ikki er liðug, so ber tó til at siga, at Billardfelag Kaggans liggur væl fyri at vinna í hvussu er 1. deildina og møguliga eisini 2. deildina.

Billard

Tað ber ikki til at gera endaligu støðuna upp í løtuni, tí einstøk úrslit og dystir mangla. Men taka vit 1. deild so liggur Kaggin á odda. Síðan i kemur Klaksvíkar Billardfelag. Havnar Klubbi er nr. 3 og Suðuroyarliðið aftast. Møguliga tekur Suðuroyarliðið seg úr kappingini, so torført er í skrivandi løtu at gera stigstøðuna upp. Hóast Kaggin harvið missur síni 18 stig móti Tvøroyri, so hevur liðið tó vunnið bæði á Havnar Klubba og Klaksvíkar Billardfelag. Kortini eru langt frá allar súðir syftar hjá kaggamonnum, tí bæði klaksvíkingar og Havnar Klubbi kunnu koma at gera kaggamenn heitar um oyrini í returkappingunum. Neyvan fara Kristian Suni úr KBF og Henrik úr HK at lata sær lynda at geva stig til Kaggan.

Dystur var í vikuskiftinum millum Klaksvíkar Billardfelag og Havnar Klubba. Klaksvíkingar vunnu 10-8.

Taka vit aðru deild, so liggur Billardfelag Kaggans á odda við 56 stigum, men beint í hølunum er Havnar Klubbi við 50 stigum. Síðani kemur Vágs Billardfelag við 46 stigum, Klaksvíkar Billardfelag við 24 stigum og aftast Tvøroyrar Billardfelag við 14 stigum. Tá høvdu trý bestu liðini spælt tríggjar kappingar, meðan klaksvíkingar og tvøramenn ávikavist 3 og 4 kappingar.

Einstøk úrslit í 2. deild:
Kaggin vann á Havnar Kluba við 10-8. Bestur hjá Kagganum var Jens Pauli Petersen 4 stigum. Eisini Fríðbjartur Reinert hevði 4 stig , meðan Heimir Ottoson hevði 2 stig. Mesta stigatalið er 6. Besti maðurin hjá Havnar Klubba og í hesi kappingini var Jógvan Jørgensen við fullum stigatali og 16,77 eygum. Næstbesta meðaltalið hevði Heimir við 14,27 eygum.

Kaggin vann eisini á Klaksvíkar Billardfelag við 12-6. Allir kaggamenn býttu stigini bróðurliga við 4 stigum hvør. Besta meðaltalið átti Jens Pauli Petersen við 14,67 eygum. Annars áttu klaksvíkingar besta mannin. Óli Biskupstøð fekk fult stigatal.

Vágbingaar vunnu stórsigur á tvøramonnum 16-2. Bestur var Sámal P Johannesen við fullum stigatali og 14,13 eygum í meðal. Egill Steintórsson hevði eisini seks eygu, meðan triði maðurin á liðnum Rókur Dimon fekk 2 stig.

Vágbingar vunnu so eisini returdystin móti tvøramonnum við 14-4. Hesaferð var tað Alfred Vødike, sum stóð seg best. Vann allar dystir og hevði eitt meðal uppá 9,17. Besti maður hjá Tvøroyri var aftur hesaferð Rókur Dimon við einum vunn um dysti og 9,47 eygum i meðal.