Kaj Leo fekk 88 minuttir í stórtapi

Levanger fekk eitt skrædl á heimavølli í dag

Føroyski landsliðsspælarin, Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 88 minuttir á vøllinum, tá lið hansara í næstbestu norsku fótbóltsdeildini taptu 0-3 á heimavølli ímóti Nest-Sotra.

 

Støðan varð 0-0 til 71 minuttir vóru farnir, men eftir tað gekk alt galið. Fyrst kom Nest Sotra á odda 1-0, og løtu aftaná bleiv maður rikin av vølli hjá Levanger, og seinasta korterið fekk Nest-Sotra tvey mál aftrat.

 

Levanger er tó enn eitt stig røttumegin niðurflytingarstrikuna. Teir eru nummar 10 við 23 stigum. Nummar 13 til 16 flyta niður í triðbestu deildina.