Kaj Leo fer aftur á ting á ólavsøku

Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løg­tings­mað­ur, sum hevur verið í sjúkra­far­loyvi síðani á ólav­søku, tekur aftur við ting­sess­inum á ólavsøku

 

Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin:

 

– Eg taki við aftur ting­sess­i­num á ólavsøku, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hev­ur verið sjúkrameldaður sein­asta árið.

 

Hann hevur diagnosuna CIDP, sum er ein sonevndur auto immunur tilstandur.

 

– Eg hevði ein skaða í rygg­i­num frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurð­við­gera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar nið­ur í bein­ið, segði hann við Sos­i­alin í august í fjør. Hann sig­ur, at skurðviðgerðin eydn­að­ist væl, men hann hevur í dag skerd­an førleika og sit­ur í koyristóli.

 

Á Facebook skrivar hann soleiðis:

 

»Kaj Leo, du kommer al­d­rig til at gå ordentligt ig­en, segði neurologurin. Eg svar­aði at jeg er meget tak­nem­me­lig for at have gået og lø­bet i næsten 60 år.

 

Men óluksáliga hart at fáa hesi boð, men eitt er 100%, eg ætli mær at verða besta útgáva av mær sjálv­um í koyr­i­stóli, takk øll sum hava givið góð ynski, vit síggj­ast eg í koyristóli«, skriv­aði Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen á Facebook leyg­ar­dag­in. Men nú ætlar Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen sær aft­ur í tingið, og tað verður í koyr­i­stóli.

 

Hann sleppur inn í Løg­ting­ið, men hann sleppur ikki upp á røðarapallin sum er.

 

– Bjørt Samuelsen, løg­tings­for­kvinna, hevur lov­að at gera nakað við tað so­leið­is, at fólk í koyristóli sleppa upp á røð­ar­a­pallin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Spurdur um hann ætl­ar sær at vera við í skrúð­gong­uni á ólavsøku sigur hann, at tað fer neyvan at bera til, tí tað er so trupult at sleppa inn í Havnar kirkju í koyr­i­stóli.

 

Men á ólavsøku ætl­ar hann sær at taka ting­ar­beið­ið uppaftur.

 

Hann hevur áður boðað frá, at hann ikki ætlar sær at stilla uppaftur, men nú sig­ur hann við einu brosi, at hann hevur fingið so nógv­ar áheitanir, so hann veit ikki, hvussu tað verður.

 

Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen er 60 ára gamal. Hann kundi tí farið frá við pensjón. Hann hevur rætt til hægstu pensjón sum fyrrverandi løgmaður, og tí hevði hann fingið lønarhækkan, um hann fór frá við pensjón í staðin fyri at verða løntur sum løgtingsmaður.

 

– Eg havi arbeiðtt síðani eg var 13 ára gamal, og eg ætli mær at arbeiða til eg eri 70 ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur.

 

Meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið í farloyvi, hevur Jaspur Langgaard havt sæti í Løgtinginum fyri hann.