Kaj Leo Holm Johannesen hevur tikið av áheitan frá valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Havn og stillar upp til fólkatingsvalið komandi.
Seinastu mongu árini hevur Edmund Joensen sitið á Fólkatingi fyri Sambandsflokkin, men hann stillar ikki uppaftur hesaferð. Edmund Joensen hevur verið høvuðsvalevni hjá flokkinum í 31 ár, síðani hann í 1990 tók við sum formaður í Sambandsflokkinum – burtursæð frá 2001, tá Lisbeth Petersen var forkvinna í Sambandsflokkinum og varð vald á Fólkating.
Edmund Joensen varð valdur á Fólkating í 1994. Tá var Jóhannes Martin Olsen í hansara stað, tí Edmund Joensen var løgmaður og mátti hava varafólk fyri seg.
Edmund Joensen varð aftur valdur á Fólkating í 2007 og í 2011. Men á valinum í 2015 vann Tjóðveldi sessin frá honum, sum Edmund Joensen tó vann aftur á seinasta fólkatingsvali í 2019.
Á seinasta fólkatingsvali var Sambandsflokkurin nógv størstu fyri 28,3 prosentum av atkvøðunum. Næstur var Javnaðarflokkurin við 25,6. Fólkaflokkurin fekk 23,8 og Tjóðveldi 18,6 prosent.
##med2##
Spurningurin er sum altíð, hvørjir av teimum fýra flokkunum draga tey bæði longru stráini og megna at vinna hvør sín fólkatingssess.
Veljarakanningar til løgtingsvalið hava givið Javnaðarflokkinum nógv størri undirtøku, enn hinir flokkarnir hava. Men tað er ikki vist, at tað úrslitið kann flytast yvir á eitt fólkatingsval.
Sambandsflokkurin hevur seinastu árini staðið seg væl til fólkatingsval, nógv betri enn til løgtingsval. Og tá Edmund Joensen ikki er á listanum, so skal onkur annar fylla hansara skógvar. Og her er tað, at Kaj Leo Holm Johannesen bjóðar seg fram.
– Eg havi sagt ja, tí at eg haldi at hetta er ein spennandi uppgáva, og at eg møguliga havi nakrar royndir sum fyrrverandi býráðslimur, løgtingslimur, løgmaður, floksformaður og nú landsstýrismaður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í drúgvari samrøðu við Vikuskiftis Sosialin.
Vit hittu landsstýrismannin á orði úti í Heilsumálaráðnum mánamorgunin og spyrja, um hann hevði kastað yvir uppgávuna, um hann varð valdur á Fólkating. Og tað ætlar hann sær.
– Ja verði eg valdur, so fari eg all in, sigur hann, tó at hann hveppist eitt sindur við at kalla seg høvuðsvalevni, tí tað heldur hann at floksformaðurin nátúrliga er.
Men sum hann vísir á, so fær Bárður Nielsen ikki tikið sæti á Fólkatingi, so leingi hann er løgmaður. Og tí kann tað verða farið eitt sindur niður eftir listanum at finna tann, sum kann møta á Fólkatingi.
– Tí eg vænti, at Sambandsflokkurin verður verandi í samgongu, eisini eftir løgtingsvalið, sigur hann og grundgevur við, at flokkurin kann bæði arbeiða saman við Fólkaflokkinum í einum borgarligum landsstýri og saman við Javnaðarflokkurin í eini aðrari samanseting av landsstýri. Tí metir hann stórar møguleikar fyri, at Sambandsflokkurin eisini er í landsstýrinum eftir næsta val.
Drúgva samrøðan við Kaj Leo Holm Johannesen um fólkatingsvalið kann lesast í Vikuskiftis Sosialinum sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo
##med3##