Kaj Leo Holm Johannesen (Sambandsflokkurin) og Magni Arge (Tjóðveldi) fara at tjakast um ríkisrættarligu støðuna í Rásarúminum í beinleiðis sending á FM1 seinnapartin klokkan 15.05.
Vertur verður royndi journalisturin og politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen.
Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Sendingin verður endursend á FM1 í kvøld millum klokkan 20 og 21.
Sendingin kemur út á in.fo aftaná klokkan 21.