POLITIKKUR
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur vegna sín flokk skrivað nakrar viðmerkingar í tað nýggja Jólaálitið. Hann metir tað m.a. vera neyðugt at staðfesta, hvørjum rættarstigi tann nýggja stjórnarskipanarlógin skal vera á.<?xml:namespace prefix = o ns = """urn:schemas-microsoft-com:office:office""" /><o:p></o:p>
“Sum heild er Sambandsflokkurin av teirri fatan, at fyriliggjandi uppskot fløkir<o:p></o:p>
tað tríbýtta valdið óneyðuga nógv saman. Eisini metir flokkurin, at tað er týdningarmikið,<o:p></o:p>
at sligið verður fast, á hvørjum rættarstigi stjórnarskipanarlógin<o:p></o:p>
skal vera. Sambandsflokkurin er av teirri fatan, at henda lógin skal koma í staðin<o:p></o:p>
fyri verandi stýrisskipanarlóg, og skal tí vera á sama rættarstigi sum hendan<o:p></o:p>
(tað vil siga undir donsku grundlógini og Heimastýrislógini). Sambandsflokkurin<o:p></o:p>
ynskir tí, at lógin verður orðað soleiðis, at eingin ivi kann vera um hetta”.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Burtur við grindadrápi, landsbanka og búskapargrunni<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Kaj Leo Johannesen skrivar eisini, at Sambandsflokkurin er ímóti, at møguleikin at útskriva val verður tikin frá løgmanni. Harafturat er flokkurin ímóti at løgmaður skal kunna verða valdur beinleiðis av veljarunum. Sambandsflokkurin er somuleiðis ímóti, at tað skal standa í stjórnarskipanarlógini, at Føroyar skulu hava ein uttanríkisráðharra, tí hesin møguleikin er longu til staðar og skal vera upp til hvørja einstaka samgongu at avgera.<o:p></o:p>
Formaður Sambandsfloksins er eisini ímóti, at grindadráp verður nevnt í stjórnarskipanarlógini, og serliga er tað orðingin “nú reka menn hval á land upp”, ið ikki hóvar sambandsformanninum.<o:p></o:p>
Viðurskifti, ið hava við grindadráp at gera, eiga heldur at vera skipað í aðrari<o:p></o:p>
lóg, metir Sambandsflokkurin í sínum minnilutaáliti. <o:p></o:p>
Hvørki Landsbankin ella Búskapargrunnurin eiga at verða nevnd í stjórnarskipanarlógini sambært Kaj Leo Johannesen.<o:p></o:p>