Kaj Leo ovfarin av Dinamo Bukarest

Kaj Leo í Bartalsstovu er ovfarin av áhuganum hjá Dinamo Bukarest

Alt bendir á, at Kaj leo í Bartalsstovu í morgin skrivar undir sáttmála við Dinamo Bukarest, sum liggur á triðja plássi í rumensku landskappingini.

 

Les eisini: Kaj Leo til stórfelag í Rumenia

 

Umboðsmaðurin hjá Kaj Leo, Hans Jacob á Líknargøtu, váttaði í gjár fyri In.fo, at partarnir eru í samráðingum, og at tað er líkt til, at føroyski landsliðsspælarin skrivar undir sáttmála við Dinamo Bukarest.

 

Rumenskir miðlar hava verið í samband við Kaj Leo, tá hann lendi á flogvøllinum í Rumenia. Við teir sigur hann, at hann er ovfarin av áhuganum hjá Dinamo Bukarest, men samstundis gleðir seg til uppgávuna.

 

Samráðingar eru millum partarnar í dag. Spælir alt væl av, so verður sáttmálin undirskrivaður í morgin.