Vit skulu í hesum sambandi upplýsa, at upprunatilboðið var US$ 11,3 milliónir, sum svarar til kr. 72,5 milliónir.
Aftan á samráðingar við umboð fyri Vaktar- og Bjargingartænastuna í Kina, kom tilboðið av ymiskum ógreiðum krøvum at ljóða uppá US$ 11,6 milliónir, sum svarar til umleið Kr. 74,3 milliónir.
Síðani hevur skipasmiðjan havt stundir til at kanna alt projektið enn einaferð og hevur nú boðað frá, at teir kunna byggja skipið í tráð við settu krøvini fyri projektið fyri upprunatilboðið uppá kr. 72,5 milliónir. ? Hetta er tað sum Kaj P. Mortensen sigur er óseriøst.
Vit halda harafturímóti, at hetta júst prógvar hvussu seriøs skipasmiðjan í Kina er, og at tað heldur er Kaj P. Mortensen, sum er óseriøsur í hesum máli.
Áður nevnda fráboðanin um at tilboðið frá Kina ljóðaði uppá Kr. 88 milliónir er beinleiðis ósonn.
Skandinaviskur standardur
Kaj P. Mortensen nevndi eisini fyri Útvarpi Føroya, at arbeiðsbólkurin frá Vaktar- og Bjargingartænastuni, sum hevur verið á skipasmiðjuni í Kina metti, at arbeiðið har ikki lúkaði skandinaviskan standard.
Vit hava verið á skipasmiðjuni í Kina við verkfrøðingum, sum eru serfrøðingar í skipabygging frá Norska og Íslendska skipaverkfrøðingafelagnum »Vik & Sandvik ? Skipatækni« og frá stórfryitøkuni »Ulstein« úr Noregi, sum sjálv eigur skipasmiðjur í Noregi, og eisini við umboði frá »Det Norske Veritas«, sum hevur skrivstovu á staðnum.
Allir hesir serfrøðingar eru samdir um, at henda skipasmiðja í Kina ger eitt fyrsta floks arbeiði, sum er minst á hædd við skandinaviskan standard.
Nevnast skal í hesum sambandi, at vit í vikuskiftinum fingu frágreiðing frá eftirlitsmanninum hjá skipaverkfrøðingafelagnum »Vik og Sandvik ? Skipatækni«, sum er á skipasmiðjuni í Kina í sambandi við byggingini av tí 71,3 m nóta- og trolskipinum, ið verður bygt til Íslands.
Íslendski eftirlitsverkfrøðingurin sigur, at ein stórur partur av dubult botnaðu botntangunum undir lastini eru gjørdir, ein stórur partur av dekkunum eru gjørd, fundamentið til høvuðsmotorin v.m. er liðugt, og at hann er sera væl nøgdur við arbeiðið, sum hann sigur er á skandinaviskum støði. Hann boðar frá, at tað eru sera vakrar og góðar sveisingar, og at plátuarbeiðið er fyrsta floks.
Um so er, at Vaktar- og Bjargingartænastan og aðrir ikki ynskja at byggja í Kina av prinsippiellum grundum, so er tað í lagi og ein erlig sak at hava ein slíkan hugburð.
Men beinleiðis at siga ósatt, at standardurin ikki er á skandinaviskum støði, kunnu vit sum skipsmeklarar als ikki góðtaka og lata fara framvið óátalað. Hetta meta vit er sera óseriøst.
Í hesum sambandi gleða vit okkum til at nýggja nóta- og trolskipið, sum bygt verður í løtuni á skipasmiðjuni í Kina til Íslendska keyparan, um einar 12 mánaðir kemur skúmandi inn á Havnarvág, sum ætlanin er, at sýnast fram fyri føroyingum, soleiðis at føroyingar sjálvir kunnu meta um standardin í Kina.
Skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum vil í hvussu so er hjálpa til at fáa upplýsingarnar til vega, sum landsstýrið møguliga ynskir afturat.
Vinarliga heilsan,
Álvur B. Mortensen