Brasilski Kaka er stórfavorittur, tá FIFA mánakvøldið fer at avdúka, hvør fær heiðurin sum besti spælarin í heiminum í 2008. Eins og í dystinum um gylta bóltin frá France Football, so eru Cristiano Ronaldo og Lionel Messi við í kapprenningini, har tað eru liðformenn og venjarar hjá landsliðum, í hava greitt atkvøðu. Seks av seinastu tíggju ferðunum hevur móttakarin av gylta bóltinum frá France Football og heiðrinum frá FIFA verið tann sami. Og miðlar kring allan heim eru á einum máli um, at soleiðis verður eisini hesaferð. Kaka hevur í ár eisini vunnið heitini sum World Player of the Year, sum enska World Soccer stendur fyri. UEFA’s Club Footballer of the year, besti áleypari í Champions League, toppskjútti í Champions League og ársins spælari hjá FIFPro, ið er altjóða spælarasambandið.