Verkfall
Fær Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, eina áheitan um at kalla Løgtingið saman til at viðgera eina áheitan um at leggja upp í verkfallið millum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálstýrið, fer hann at gera tað, sigur hann við Sosialin.
Tað er nevniliga soleiðis, at til ein nýggjur tingformaður er valdur, verður hann sitandi, sum var formaður í seinasta valskeiðnum. Hansara einasta uppgávu er tó í tíðini millum valið og til nýggja Løgtingið kemur saman, at kalla tingið til arbeiðis, tá heitt verður á hann um tað.
Í skrivandi stund sita vinnufeløg og Føroya Arbeiðsgevarafelag á fundi og tosa um, hvussu farast skal fram í samband við verkfalið, sum leggur stórar partar av útjaðaraøkjunum lavnar.
Gunnar Nattestad, formaður í Vága Vinnufelag, segði við Sosialin, áðrenn fundurin var liðugur, at feløgini ivaleyst fóru at heita á partarnar í trætuni um at loysa hana, og í øðrum lagi at heita á Løgtingi um at koma saman at gera enda á verkfallinum.
Ein trupulleiki her kann gerast, at í løtuni er í grundini einki Løgting at kalla saman, tí tað gamla er skift út, men teir nýggju tinglimirnir hava enn ikki fingið síni valbrøv góðkend. Tað fáa teir ikki, fyrr enn allar fínteljingar hava verið, og tað kann taka upp til eina viku eftir, at valið var. Tað vil siga týsdagin í næstu viku.
Um so er, at Løgtingið skal kallast saman fyrr enn annars ætlað, verður tað Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, sum skal gera tað. Men so er hansara tíð sum tingformaður eisini liðug,.og verður tað so ellisformaðurin, sum fer at taka yvir og leiða viðgerðina av teimum málum, sum kunnu koma á tingborð.
Sum er ber ikki til at siga, hvør ellisformaðurin verður, hóast sannlíkt er, at tað verður Heini O. Heinesen.
Men har situr ein jokari í einari hond sunnarnfyri. Nevniliga Sverre Midjord.
Sverri Midjord, sum var uppstillaður á Javnaðarlistanum Suðuroy, fekk eftir uppteljingina valkvøldið tvær atkvøður færri enn Henrik Old, sum var nummar tvey á Javnaðarlistanum eftir Jóannes Eidesgaard. Um so verður, at fínteljingin broytir hetta úrslitið, og Sverre Midjord gerst tingmaður, verður hann elsti maður í nýggja Løgtinginum, og tí ellisformaður.
So sum skilst, er ikki væntandi, at nakað hendir í verkfalsmálinum í so máta fyrr enn týsdagin, um Løgtingið skal uppí, tí eingin ivi er um, at tingið vil tryggja seg og hava alt upp á tað reina, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.