Í annaðkvøld klokkan 20 hevur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Hans Paula Tórgarð konsert í Müllers Pakkhúsi. Burtur úr skránni kann nevnast, at nýggja kórverkið, Skermar, verður frumframført. Tað er Unn Patursson, ið hevur skrivað tónleikin, og Gunnar Hoydal, ið eigur orðini.
Eisini fer kamarkórið at framføra løg úr Svøríki, Týsklandi, Fraklandi, Russlandi og Spania - hetta seinasta saman við Ólavi Jakobsen á guitar.
Müllers Pakkhús er annars í hesum døgum karmur um framsýning við listaverkum hjá Anker Mortensen, Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð.