Kamarkonsert í Listaskálanum

.

Hóskvøldið kl. 19.30 verður kamarkonsert í Listaskálanum.

Í kamar-ensemblenum eru Tórur R. Jacobsen, cello, Nikola Mach, floytu, Anette Nielsen, violin, Kári Bæk, obo og Martin R. Jacobsen, klaver.

Tey spæla verk eftir Johan Sebastian Bach, Joha Christian Bach, Philip Telemann, Josef Haydn og Bohuslav Martinu.

Tónleikurin er fyri mesta partin frá barokktíðini, tvs. ár 1650 til 1750. Tó er eisini nýggjari tónleikur á skránni, nevniliga Madrigal Sonata fyri klaver, floytu og violin eftir tjekkiska tónaskaldið BohuslavMartinu, sum vrð føddur í 1890 og livdi til 1959.

Konsertin er ókeypis.