Kambur er bestur

Tað gongur betri hjá línuflotanum í løtuni, nú meiri toskur er at fáa, og færri línumenn hava í seinastuni siglt fyri minstuløn. Hóast endaligu tølini yvir, hvussu gingist hevur hjá fiskiflotanum í ár enn ikki fyriliggja, er tó greitt, at Kambur av Strondum verður bestur av línuskipunum.

Hetta vísir seinasta uppgerðin hjá Fiskimannafelagnum, sum er gjørd hálvan desember í ár. Kambur, sum er fyrrverandi Jógvan Norði, hevði tá fiskað 1.223 tons, sum eru seld fyri góðar 11,4 miljónir krónur.

Næst besti línubátur í ár er Eystnes, sum hálvan desember hevði fiskað 892 tons, sum eru seld fyri slakar 9,5 miljónir krónur.

Fleiri línuskip hava fiskað fyri millum 7 og 9 miljónir krónur, og millum hesi eru eitt nú Venus, Váðasteinur, Klakkur, Kvik, Mascot og Morgunstjørnan.

Hóast Fiskimannafelagið enn ikki hevur fingið allar avrokningar, er tó longu greitt, at eingin tekur Kamb, sum soleiðis bæði kemur at hava størstu landaðu nøgdina og størsta veiðivirði.

Hálvan desember í ár hevði Kambur havt 271 fiskidagar.

Tað hevur verið trupult hjá línuflotanum, síðan toskaveiðan minkaði niður í lítið og einki, samstundis sum lítið hevur verið at fingið av hýsu.

Í heyst hevur aftur verið meiri at fingið av toski, og útlitin hjá hesum parti av flotanum eru betri, enn tey hava verið í seinastuni.

Sambært Fiskimannafelagnum hava ikki so fáir túrar hjá línumonnum í seinastuni givið meiri enn minstuløn.