Flutningsmálaráðið í Kanada kunngjørdi um vikuskiftið, at øll størri skip, sum sigla ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Atlantshavið og Kyrrahavið, skulu lata seg skráseta hjá kanadisku myndugleikunum.
John Baird, flutningsmálaráðharri, sigur við kanadisku fjølmiðlarnar, at endamálið við skrásetingini er fyrst og fremst at gera tað tryggari hjá skipum, sum sigla ígjøgnum Útnyrðingsleiðina, tí so vita myndugleikarnir, hvørji skip talan er um.
Tær nýggju skrásetingarreglurnar koma í gildi tann 1. juli í ár.