Í dag byrjar rættarmálið móti Lionel Messi og pápa hansara, Jorge Horacio Messi. Sponsku skattamyndugleikarnir hava ákært teir báðar fyri at hava svikað fyri 31 milliónir krónur frá 2007 til 2009. Tá ákærurnar komu fram, valdu teir at endurrinda 37,5 milliónir krónur sum eina “rætting.” Báðir nokta seg sekar í ákærunum.
- Eg lesi ongantíð tað, sum eg skrivi undir upp á. Eg veit ikki, hvat tað er. Eg havi álit á pápa mínum, sum tekur sær av hesum fyri meg. Eg geri, sum hann biður meg gera. Tað einasta eg kanni, er hvussu nógv eg havi forvunnið við ársenda, segði Lionel Messi, tá hann møtti í rættinum í 2013. Pápin stuðlar útsøgn sonarins og sigur, at tað einasta sonurin ger, er at spæla fótbólt.
Ákærin vil vera við, at teir hava fjalt inntøkur í feløgum í Uruguay og Belize. Í Spania kunnu fótbóltsspælarar fáa partar av løn síni útgoldna sum marknaðarrættindi, og hesi er loyvt at selja víðari til útlendsk feløg. Upphæddin skal tó fráboðast skattamyndugleikunum og skatturin skal rindast.
Lionel Messi hevur allatíðina sagt, at hann hevur latið pápa sín taka sær av tí fíggjarliga, meðan hann sjálvur tekur sær av fótbóltinum.
Sambært tíðarritinum Forbes hevur Lionel Messi seinastu tíggju árini fingið 2,6 milliardir krónur í løn.
Ákæruvaldið krevur, at Lionel Messi og pápin verða dømdir fongsulsrevsing í 22 mánaðir og 15 dagar, umframt at teir fáa eina bót áljóðandi ta upphædd, teir hava svikað fyri, sambært ákæruni. Serfrøðingar vænta tó ikki, at Lionel Messi verður fongslaður, hóast hann skuldi verið dømdur.
Rættarmálið fer væntandi at taka tríggjar dagar og eftir ætlan skal Lionel Messi vitna hósdagin. Síðani fer hann at fyrireika seg til Copa America við argentinska landsliðnum.
Lionel Messi er ikki einasti Barcelonaspælarin, sum spanska skattavaldið hevur sett klórnar í.
Javier Macherano varð dømdur til eitt ára fongsulsrevsing og eina bót upp á 6 milliónir krónur. Hann játtaði, at hann hevði goldið 11 milliónir krónur ov lítið í skatti. Væntandi verður fongsulsrevsingin broytt til eina bót, sambært enskum miðlum.
Eisini Neymar er í skattatrupulleikum. Ein dómstólur í Brasil dømdi hann at rinda nærum 350 milliónir krónur í bót, rentum og restskatti og í fjør avgjørdi ein spanskur dómstólur at byrja eina sak móti Barcelona í samband við skattaviðurskiftini í samband við, at Neymar skifti úr brasilianskum fótbólti til Barcelona í 2013.