Kann feskfiskaveiðan við Føroyar verða 95.000 tons um árið

Óli M. Lassen

Greiningin sum Sosialurin her hevur gjørt, vísir at feskfiskaveiðan eftir toski, hýsu, upsa, brosmu, longu og blálongu við Føroyar, hevur tey seinastu 34 árini, umroknað sum miðalveiða, verið á leið 95.000 tons árliga. Men sum talvan eisini vísir, so eru tað sveiggj í fiskiskapinum uppá meira enn 60.000 tons. Nevniliga millum 60.000 og 120.000 tons. Talvan vísir eisini at vit fiskaðu eins nógv miðskeiðis í 1970 ´unum og 80´unum sum vit gjørdu árini 2002 til 2003. Spurningurin er so hvussu kunnu ella skulu vit raka miðalfiskiveiðuna
Talvan vísir greitt, at tá botnfiskaveiðan kemur áleið tey 120.000 tonsini so fellur hon aftur. Sum víst á aðrastaðni í blaðnum í dag, so er talan um fallandi veiðu undir Føroyum sæð í søguligum ljósið. Spurningurin er so hvat politikarar og fiskifrøðingar ynskja skal fiskast við Føroyar; skal tað verða 80.000 tons um árið ella 100.000 tons ella ein heilt onnur miðalveiða.
Sum talvan vísir, so er tað greitt, at fiskiskapur broytist óansæð hvønn fiskiflota vit hava, og sigast kann at feskfiskaflotin er nógv broyttur frá 1971 og fram til í dag. Fiskimannafelagið og formaður felagsins Óli Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at greina ICES frágreiðingar og vísa á skeivleikarnar í hesum álitunum. Tó eru hesu álit framhaldandi týðandi grundarlag undir Føroyska fiskivinnupolitikkinum og kunnu vit spyrja um samfelagið hevur ráð til hetta.
Neyðugt við skilagóðari ráðgeving
Óli Jacobsen vísir í FF blaðnum á, at skipanin við fiskidøgunum virkar til fulnar og prógvar hann við tølum, at er lítið til av fiski verður fiska minni og er stovnurin væl fyri so verður eisini fiskað meira.
Sum talvan her vísur so eru stór sveiggj í fiskiskapinum eftir ymisku fiskasløgunum. Og kunnu hesar broytingar ikki tilskrivast broytingar í veiðuorkuni eina.