Suðuroyingar eru ikki sørt argir inn á, at SL hevur gjørt av at broyta ferðaætlanina til og úr Suðuroynni sunnudagin, orsakað av, at Smyril skal føra fótbóltsáhugaðar klaksvíkingar til og úr Havn í sambandi við fóltbóltsdystin millum B36 og KÍ.
Men stjórin á SL, Reidar Nónfjall, heldur ikki, at suðuroyingar hava orsøk at vera argir.
? Tað kann teljast á einari hond, hvussu ofta ferðaætlanin fyri Suðuroyarfarleiðina hjá Smyrli verður broytt um árið, orsakað av, at Smyril verður settur inn í aðra sigling, tá serlig tiltøk eru kring landið, sigur Reidar Nónfjall og vísir á, at broytingin í ferðaætlanini er lýst bæði væl og virðiliga í góðari tíð.
Bert 12 skip
Stjórin á SL greiðir frá, at fyritøkan einans hevur tólv skip at ráða yvir, og tá okkurt serligt er á vási, ið ger at nógv fólk ferðast eina ávísa farleið, er torført at bera so í bandi, at SL klárar trýstið.
? Í Norðoyggjum búgva eins nógv fólk, sum tað gera í Suðuroynni, men tey hava eitt skip at ferðast til meginøkið við, ið er nógvar ferðir minni enn Smyril. Tá so meginparturin av hesum fólkunum knappliga skulu til Havnar til eitt slíkt tiltak, sum fótbóltsdysturin mikudagin, er neyðugt at syrgja fyri, at vit klára at flyta øll hesi fólkini. Og av tí, at tað ikki ber til hjá mær at rista eitt skip úr ermuni, má eg taka ta avger, at broyta ferðaætlanina fyri Suðuroyarfarleiðina eitt sindur, so tað ber til at flyta hesi fólk við Smyrli.
Reidar Nónfjall staðfestir, at hann ikki heldur seg hava brotið meginreglurnar viðvíkjandi Suðuroyarsiglingini í hesum føri.
Trupult á jóansøku
Suðuroyingar halda tó ikki umberingina hjá Reidari Nónfjall vera nóg góða. Tí á jóansøku í ár kláraði Smyril ikki at taka alt ferðafólkið, og tí varð Pride sendur til Suðuroyar við teimum, ið ikki sluppu við Smyrli. Hetta halda suðuroyingar vera at halda tey fyri gjøldur.
Stjórin á SL heldur tó ikki, at talan var um at halda suðuroyingar fyri gjøldur.
? Fólk mugu skilja, at eg bert havi 12 skip at ráða yvir. Tey, ið kunnu takast úr sigling, eru Sam, Pride og Gamla Ternan, so har er ikki so nógv at velja ímillum. Hildið var, at veðrið var hampuligt, og tí hildu vit, at Pride kundi sigla til Suðuroyar. At veðrið so ikki var so gott, sum vit hildu, og nógv vóru ring av sjóverki hendan túrin, var óheppi, men einki var at gera við hetta, sigur Reidar Nónfjall og vísir á, at Suðuroyingar fyrr hava meldað út, at teir als ikki vilja sigla við Dúgvuni.
Reidar Nónfjall vísir eisini á, at um avgjørt varð at seta Dúgvuna inn í Suðuroyarsiglingina, hevði ikki borið til hjá norðoyingum at sloppið á jóansøku, tí einki ferðasamband hevði verið um Leirvíksfjørð.
Stjórin á SL sigur at enda, at tað ikki er so stórur skaði, um ferðirnar hjá Smyrli verða fluttar, tí talan er í veruleikanum um at forskjóta tíðirnar eitt sindur.
? Suðuroyingar mugu skilja, at eg ikki bara kann taka og rista skip úr ermuni, sigur Reidar Nónfjall.