Av tí at øll ikki hava spælt við opnum kortum, so er alt málið rótað upp í ein ellibita, soleiðis at landsins myndugleikar nú mugu leggja seg skerflatar fyri kapitalinum.
Men tað er ikki rætt, at eitt ting skal gera serlógir fyri einstaklingar – og, sum Kári á Rógvi segði í Kringvarpinum í gjár, so er tað ikki vist, at dómstólar finna seg í, at trætur verða avgjørdar í tinginum. Tí við hesum bronglast valdsbýtið millum útinnandi valdið og lóggávuvaldið.
Tað er heldur ikki rætt at taka rættindi frá borgarum, soleiðis at borgarin ikki hevur nátúrliga rættvísi til at kæra, um okkurt fer fram, sum hann er ónøgdur við.
Men at landsstýrismaðurin fær loyst málið við at leggja tað fyri tingið, tað er kortini ikki vist. Tí, sum Kári á Rógvi eisini vísti á, so kann tað, at fólk ikki sleppa at kæra, føra til at tey í staðin fara at stevna, og tá er líka vítt sum sítt, tí tá kann málið draga nógv longur út.
Øll eru vit samd um, at tað er gott fyri alla Suðuroy, at virksemið aftur er á flakavirkinum á Tvøroyri. Men tað kann á ongan hátt verða rætt, at løgtingið nú skal lóggeva til fyrimuns fyri einum ávísum virki, sum tó ikki sjálvt er komið sær í hesa støðu.
Mangt er, sum bendir á, at allar súður ikki eru syftar í hesum málið, hóast landsstýrismaðurin er farin í tingið við málinum, tí tað má kennast sum herkin biti hjá tingfólki, at verða tvungin at atkøvða fyri, at man kann keypa sær eitt byggiloyvi, bara tí man hevur pengar.
Vónandi hevur hevur hetta skúladømið lært kommunurnar, at tær mugu gera sær størri ómak við slíkum álvarsmálum og ikki loypa uppum, har garðurin er lægstur.
– Kanska skuldi borgarstjórin brúkt meira tíð upp á at vera borgarstjóri...?