Kann raka jørðina næsta ár

So ávara rúmdarserfrøðingar aftur um eina smástjørnu, sum er á veg ímóti jørðini. Hesaferð er talan um ta 60 metrar breiðu "2012 DA14", men meðan serfrøðingarnir vanliga ávara um ymiskt, sum kann henda um mong ár, snýr tað seg hesaferð um eina smástjørnu, sum kann raka jørðina longu næsta ár.

Fleiri fjølmiðlar, teirra millum Digital Journal, skriva um málið, og sambært teimum verður smástjørnan næst jørðini tann 15. februar í 2013. Næst jørðini er í hesum føri 27.000 kilometrar, men bara ein lítil broyting kann gera, at "2012 DA14" rakar jørðina.

NASA-serfrøðingurin David Dunham sigur, at tað er ikki vist, at "2012 DA14" fer at gera so stóran skaða, um tað skuldi hent, at hon rakar jørðina. Hann sigur, at smástjørnan fer í fleiri petti, tá hon kemur inn í atmosferuna, og at pettini verða kolað upp, áðrenn tey koma niður á jørðina.