Kann verða bannað at veiða lunda og álku í Føroyum

Altjóða bann ímóti fuglaveiði er á veg og tað kann fáa avleiðingar fyri fuglaveiði í Føroyum, sigur Sjúrður Skaale, sum fer at taka málið upp á Fólkatingi

Nógv bendir á, at eitt altjóða fyri at veiða lunda og álku, er á veg. Og tað kann eisini raka Føroyar tí danska stjórnin verður bundin av eini slíkari, altjóða avtalu.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í eini fráboðan í morgun. Men hann sigur, at tá ið málið verður viðgjørt á Fólkatingi í næstum, fer hann at taka støðuna hjá Føroyum upp við tí endamáli at bannið skal ikki umfata Føroyar.

 

Hann sigur, at talan er um »Agreement on the Conservation of African-Eurasian Migratory Waterbirds«,  ella AEWA avtalan, har limalondini Kroatia, Italia og Luxembourg hava sett fram uppskot um at gera broytingar í avtaluni. 

 

– Orsøkin er, at hesi londini vilja verja lunda, álku og reyðgræling, betur, sigur Sjúrður Skaale.

 

– Verður uppskotið samtykt, merkir tað, at bann verður sett fyri at veiða, at taka egg, og annars at órógva fuglin sum heild. Tað verður eisini bannað goyma, eta og selja ólógliga veiddan fugl og rænd egg, leggur hann afturat. 

 

– Tað eru uttan iva góðar orsøkir til hetta uppskotið. Fuglur má verjast við lóggávu, og skal tað muna, má tað ofta gerast við lóggávu, sum fer um landamørk, tí fuglur virðir jú ikki landamørk, sigur Sjúrður Skaale. 
 

Men í hesum føri sær út til, at Føroyar verða raktar av hesum banninum tí Danmark er bundið av avtaluni, og tað gevur onga meining, sigur fólkatingsmaðurin. Hann staðfestur, at veruleikin í Føroyum er ein annar enn í suðureuropa, og at vit hava okkara egna lóggávu um hetta í Føroyum. 

 

Hann heldur, at føroyingar verða alsamt meira tilvitaðir um umhvørvisvernd, eisini hvat stovnsverju viðvíkur. At verja lundan og álkuna er okkara ábyrgd, og hana skulu vit taka. Verða slíkar avgerðir trýstar inn á okkum fara tær tískil heldur ikki at verða virdar, heldur Sjúrður Skaale.

 

Men hann sigiur, at tíverri tykist tað sum um at limalondini í AEWA, sum heilt taka undir við ætlanini, men fyribils hevur stjórnin í Danmark boðað frá, at hon ætlar sær ikki at atkvøða í málinum. 

 

– Tað er ikki nøktandi, tí kravið má vera, at danir venda sær ímóti hesum banninum og verja føroysk áhugamál, kanska við at lata Føroyar verða undantiknar fyri banninum, sigur Sjúrður Skaale. 

 

– Verður úrslitið, at danskur limaskapur í eini altjóða avtalu trumfar føroyska lóggávu, verður tað sera skaðiligt fyri ríkisfelagsskapin, leggur hann afturat.