Orkuverk
Edvard Joensen
Vágar:Gongd er í kanningunum, sum skulu vísa, um tað loysir seg at vinna orkur burtur úr alduni undir Føroyum. Týsdagin var SEV stjórin saman við skotum og hugdi at umstøðunum undir Trælanípuni og Bøsdalafossi.
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvar eitt møguligt verk skal vera. Tí enn er alt bara »møguligt«.
Teir hava kannað ymisk støð í Føroyum, har hildið verður, at eitt slíkt alduverk kundi ligið. Men nøkur eru longu vald frá, og nú eru trý eftir. Eitt stað á Eiði, eitt í Søltuvík, og so hetta undir Nípuni.
Sum skilst á SEV stjóranum, er ymiskt, sum bendir á, at plássið, hugt er at á Eiði, eisini verður valt frá, tí botnviðurskiftini útfyri gera, at tað helst ikki fæst tað optimala úr alduni. So eru Søltuvík og Trælanípan eftir.
Á túrinum undir Nípuni týsdagin varð serliga hugt at jarðfrøðiligu viðurskiftunum á staðnum, og tey síggja bara heilt áhugaverd út har vesturi, sigur Klæmint Weihe.
Nú fara jarðfrøðingarnir at koma við sínum tilmælum, og so verður ein avgerð tikin, um tað veerður farið undir hesa orkuframleiðsluna yvirhøvur. Tí hetta er trupult og viðbrekið at fáast við, sigur hann.
Teir rokn við, at ein avgerð, um farast skal undir verkætlanina, verður tikin í hesum árinum, sigur Klæmint Weihe. Og so verður sjálvandi spenningurin um, hvar eitt slíkt verk skal liggja.