Tað hevur m.a. við sær, at kannað verður, um almennu skipanirnar í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um skipanirnar í summum førum møguligar eru óneyðuga stórar og kostnaðarmiklar og betur egnaðar til størri samfeløg.
– Arbeiðið snýr seg eisini um at kanna, um tað ber til at fáa størri fyrimunir av stórrakstri í almenna geiranum, um almennar tænastur og stovnar kunnu verða skipað øðrvísi og møguliga í størri eindum, sæst at lesa í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans.
– Endamálið er at kunna veita somu ella betri tænastur fyri færri útreiðslur. Politiska skipanin, landsstýrið og myndugleikar hava skyldu til at kanna javnan, um til ber at reka almenna geiran fyri færri útreiðslur. Arbeiðið verður væntandi skipað við fleiri slóðum og við íblástri frá líknandi arbeiði í okkara grannalondum, og ætlanin er eisini við breiðari politiskari semju at umskipa almenna bygnaðin.