Taks kannar nú møguleikan fyri at fara í Hægstarætt við ósemjuni við Vinnuna í Gøtu um vinningsbýti.
Annars hava bæði Føroya Rættur og Landsrætturin givið Vinnuni viðhald í, at teir skulu ikki rinda skatt, tá ið teir seldu partabrøv til onnur feløg hjá sær sjálvum.
Hetta tulkaði TAKS sum, at teir høvdu rindað sær sjálvum vinningsbýtið og at teir tískil skuldi rinda skatt.
Vinnan gjørdi, sum TAKS gjørdi, men síðani stevndu gøtumenn TAKS og hava fyribils fingið viðhald í bæði Føroya Rætti og í Landsrættinum.
Tað merkir, at TAKS skal rinda gøtumonnum einar 70 milliónir aftur.
Men nú kannar Taks møguleikan fyri at fara í Hægstarætt við málinum
Í tí sambandi hevur Jørgen Niclsen biðið fíggjarnevndina viðgera, um TAKS kann fáa eina eykajáttan upp á 3,57 milliónir krónur.
Fyri hvønn dag, sum gongur, fáa Gøtumenn 12.470,56 krónur í rentum afturat.
Afturat hesum er er TAKS dømt at gjalda 2,8 milliónur krónur í sakarmálskostnaði til sakføraran hjá Vinnuni.
Harumframt skal TAKS rinda sín egna sakførara.
Hvussu stór tann rokningin er. Upprunaliga var rokningin upp 1,5 millión fyri málsviðgerðina í Føroya Rætti, men tað vildi TAKS ikki góðtaka og legði málið fyri Advokatsamfundet.
Fyribil hevur TAKS goldið honum 700.000 krónur.
Men harafturat kemur so ein rokning upp á eina millión fyri málsviðgerðina í Landsrættinum.
Men endar tað við, at málið fer í Hægstarætt, skal TAKS rinda rættargangsgjald á einar 530.000 krónur.
Hetta hevur TAKS ikki ráð til. Nakað av peningi er til endamálið, men neyðugt verður við eini eykajáttan á 3,57 milliónir.
TAKS hevur sett seg í samband við Kamaradvokatin fyri at fáa eina meting av málinum.
Men skal eitt mál, sum bæði hevur verið í Føroya Rætti og í Landsrættinum, eisini fyri í Hægstarætti, krevur tað somuleiðis loyvi frá Løgmálaráðnum.