Kanning: Andstøðan vinnur á samgonguni

Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er minkað, tó at hon framvegis er stór. Sambandsflokkurin gongur aftur, og Javnaðarflokkurin verður størsti flokkur

Nýggj veljarakanning hjá spyr.fo, sum er kunngjørd í Blaðnum hjá portal.fo er eitt sindur javnari enn undanfarnu kanningar. Fólkaflokkurin stendur seg munandi betri enn í seinastu kanning, hóast hann framvegis hevur stóra afturgongd. Í mun til seinasta løgtingsval gongur Fólkaflokkurin 5,3 prosentstig aftur.

Sambandsflokkurin hevur gongur aftur, og hevur stóra afturgongd í mun til fólkatingsvalið. Afturgongdin í mun til seinasta løgtingsval er tó 1,4 prosentstig.

Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur, tó at framgongdin nú er minni enn í undanfarnu kanningunum. Framgongdin er 3,2 prosentstig

Kanningin gevur hetta býtið av tingsessum:

Fólkaflokkurin: 7 tingsessir (-1)

Sambandsflokkurin: 6 tingsessir (-1)

Javnaðarflokkurin: 9 tingsessir (+2)

Sjálvstýri: 0 tingsessir (-1)

Tjóðveldi: 7 tingsessir (+1)

Framsókn: 2 tingsessir

Miðflokkurin: 2 tingsessir

##med2##

 

Samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevði bara fingið 15 tingsessir og andstøðan 18. Tað merkir, at samgongan hevði fallið. 

Andstøðan, sum er samgongan, sum sat undan hesari, hevði havt 18 tingsessir og kundi skipað nýggja samgongu. 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu fingið tilsamans 16, sum ikki hevði verið nóg mikið til eina samgongu tann vegin, uttan við hjálp frá øðrum flokki, sum so kundi verið Framsókn ella Tjóðveldi.