Kanning: Konservativu verða størst á vali í Kroatia

Konservativi flokkurin í Kroatia, HDZ, stendur til at fáa 61 av teimum 151 sessunum í tjóðartinginum móti 44 til javnaðarflokkin SPD.

Konservativi stjórnarflokkurin í Kroatia, HDZ, fær sambært kanning á valstøðum flest pláss í landsins tjóðartingi á valinum í dag.

Flokkurin sær út til at kunna seta seg í 61 av teim,um 151 sessunum í tjóðartinginum.

Tað sigur kroatiska sjónvarpsstøðin HTR sambært tíðindastovuni dpa, eftir at valstøðini stongdu klokkan 19.

Meiningakanninga undan valinum høvdu annars bent á harða kapping millum HDZ og hin stóra flokkin í landinum, javnaðarflokkin SDP.

Men SDP, sum er í valsamgongu við aðrir smærri flokkar, má sambært kanningum á valstøðum lata sær lynda 44 sessir.

Við eini kanning, sum bendir á sigur til HDZ, kann gøtan verða greidd hjáAndrej Plenkovic og konservativu stjórn hansara at halda fram.

HDZ hevur lættari við at finna samstarvsflokkan til at skipa næstu stjórnina, skrivar dpa.

Triðstørsti flokkur, sum kann fáa avgerandi týdning fyri stjórnina, verður sambært kanningunum fyrrverandi sangarin Miroslav Skoro og høgravendi flokkur hansara, Føðilandsrørslan. Tey standa til 16 sessir.

Flokkurin verður mettur sum nátúrligur samstarvsflokkur hjá HDZ.

Fleiri smærri flokkar síggja út til at koma um sperrumarkið upp á fimm prosent og verða valdir í tjóðartingið.

Tað snýr eitt nú um annan høgraflokk Most (brúgv) og reyð-grøna flokkin Mozemo! (Vi kunnu!), sum sambært kanningunum standa til átta sessir í part.

Alt bendir á, at valluttøkan fer at vera eitt sindur lægri enn á seinasta tjóðartingsvali í 2016. Tá greiddu 52,6 prosent av veljarunum atkvøðu.

/ritzau/Reuters