Kanning: So nógvar nógvar sessir fáa flokkarnir í dag

Í seinastu kanningini frá Voxmeter fyri Ritzau standa Moderatarnir til at fáa avgerandi sessirnar

 

Valhølini í Danmark lótu upp klokkan 7 í morgun okkara tíð, og opið er til klokkan 19 í kvøld okkara tíð. Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Í seinastu veljarakanningini frá greiningarstovninum Voxmeter fyri Ritzau, standa Moderatarnir til at fáa avgerandi sessirnar. Men um bara eitt umboð verður flutt til reyða vong, so kunnu stjórnarflokkarnir varðveita meirilutan.

Bæði Vinstri og tey Radikalu standa til at mista helmingin av undirtøkuni, meðan Danski Fólkaflokkur og Alternativið bæði eru oman fyri sperrumarkið.

Kanningin er gjørd í gjár, spurd eru 4.577 fólk, og úrslitið er hetta:

 

Reyði vongur - 86 sessir (49,1 prosent).

* Socialdemokratiet - 43 sessir (24,2 prosent).

* De Radikale - 8 sessir (4,4).

* SF - 17 sessir (9,7).

* Enhedslisten - 12 sessir (6,5).

* Alternativet - 6 sessir (3,6).

* Frie Grønne - 0 sessir (0,7).

Blái vongur - 74 sessir (42,4 prosent).

* Venstre - 25 sessir (14,0 prosent).

* De Konservative - 11 sessir (6,1).

* Danmarksdemokraterne - 12 sessir (6,9).

* Liberal Alliance - 14 sessir (7,7).

* Nye Borgerlige - 7 sessir (4,1).

* Dansk Folkeparti - 5 sessir (2,9).

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,7).

Onnur:

* Moderaterne - 15 sessir (8,5).

Kelda: Voxmeter.

/ritzau/

 

Valhølini í Danmark lótu upp klokkan 7 í morgun okkara tíð, og opið er til klokkan 19 í kvøld okkara tíð. Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix