Í dag hevur andstøðan sent tingformanninum eitt skriv, har heitt verður á formansskapin um at fáa ein kanningarstjóra at kanna málið við flyting av veiðuloyvum.
Andstøðan setir sjey punkt upp, sum tey vilja hava kanningarstjóra at eftirhyggja. Bróðurparturin av teimum snúgva seg um Høgna Hoydal, landsstýrismann, og hansara handfaring av málinum, meðan ein spurningur eisini snýr seg um Aksel V. Johannesen, løgmann, og hansara eftirlitsskyldu í mun til landsstýrisfólk.
Andstøðan hevur sent tingformanninum hetta skrivið, og tað merkir, at formansskapurin skal seta ein kanningarstjóra. Orsøkin er, at tað einans skulu 14 undirskriftir til at seta ein kanningarstjóra í slíkum førum. Ein kanningarstjóri er typiskt ein óheftur løgfrøðingur.