Ein streymur við kaldari luft og ælaveðri fer yvir Føroyar. Í morgin og annaðkvøld fer eitt brúgvalag við regni framvið, og síðani aftur ein streymur av ælum av vestri. Jólaaftan fer eitt lágtrýst tætt framvið okkum av vestri, og jóladag kemur ein kaldur streymur av norðri við vetrarælum.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, við hørðum hvirlum, seinnapartin makar hann í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, sum út á náttina snarar í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina hækkar hann í ein vestan og makar sum frá líður lot til andøvsgul, 4 til 7 m/s. Skýggjað og regn av vestri og hitin millum 3 og 6 stig, seinni upp í 10 stig.
Tollaksmessudag
Hann øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, um 12 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 2 stig.
Jólaaftan
Hann hækkar í ein útsynning og vestan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina lot til andøvsgu, 4 til 9 m/s, av norðri. Fyri tað mesta skýggjað og regn, seinni klárar í og um náttina samdrigið og okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Jóladag
Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.
2. jóladag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.