Tá hendan greinin varð skrivað fyri løtu síðani, var endaliga avgerðin ikki tikin. Men tað er hon nú. Joost Klein sleppur ikki at luttaka í Eurovision í kvøld.
Hollendski luttakarin í Eurovision luttók ikki til aðalroynd í gjár. Løgreglan kann fráboðan um hóttanir
Svenska løgreglan hevur kannað eitt mál um ólógligar hóttanir, sum skulu verða settar fram í sambandi við semifinaluna í Eurovision hóskvøldið.
Tað váttar løgreglan fyri Ekstra Bladet og svenska blaðnum Aftonbladet.
Fríggjadagin møtti Joost Klein, sum luttekur í kappingini fyri Hollandi, ikki til aðalfroyndir. Tað varð sagt, at ein »hending« verður kannað í sambandi við hann.
Løgreglan vil ikki vátta fyri Aftonbladet, um tað er Joost Klein, sum er mistonktur fyri hóttanir.
Við Ekstra Bladet upplýsir løgreglan, at tað hevur verið ein hending í Malmö Aren hóskvøldið.
– Maðurin er avhoyrdur av løgregluni, men er ikki afturhildin, upplýsir svenska løgreglan fyri Ekstra Bladet.
Tann, ið hevur meldað, er starvsfólk hjá Eurovision.
Aftonbladet skilir, at European Broadcasting Union (EBU), sum stendur fyri Eurovision, hevur havt fleiri kreppufundir um málið.
Sambært miðlinum skal EBU kanna, hvørt Joost Klein skal koyrast úr kappingini.
Hollendski sangarin luttók ikki í fyrstu aðalroyndini í gjár undan finalushowinum, sum verður í kvøld.
Eftir tað fekk svenska kringvarpið SVT upplýst, at tað var komin ein fráboðan um eina hending kring hollendsku luttøkuna.
Joost Klein skuldi heldur ikki luttaka í seinnu aðalroyndini í gjár.
Partarnir og vitnini í málinum um hóttanir eru avhoyrd, skriva bæði Ekstra Bladet og Aftonbladet.
Fyri Ekstra Bladet upplýsir løgreglan, at kanningin av málinum er endað.
Ársins Eurovision verður hildin í Malmø í kvøld.
/ritzau/