Kaos órógvaði Pál

Pál Joensen gjørdist ein tíggjundapart av einum sekundi ov stuttur til at røkka finaluni í 400 metra frí svimjingini í OL í London. Kaos í svimjihøllin var við til at órógva fleiri av svimjaranum – har í millum okkara Pál Joensen

Pál Joensen raðfesti ikki 400 metra frí svimjingina, men Jón Bjarnason ásannar nú at Pál Joensen á einum góðum degi hevði kunnna vunnið eitt bronsu heiðursmerki, so sum finalan spældi av leygarkvøldið.
Ein av orsøkunum til at tað gekk so illa hja fleiri av svimjaranum í innleiðandi umfarinum var at tað var kaos í skiftirúminum undan svimjingini. FINA, sum er altjóða mynduleikin í svimjing, kolldømdi svimjubrillur, hettur, svimjudraktir og svimjubuksur, sum ikki uppflylla tey krøv, ið eru sett. Hetta kemur sjálvandi sum ein spann av køldum vatni beint í andlitið hjá fleiri av svimjarunum, sum ikki vita betri, tí tey hava fingið útgerðina frá viðurkendum framleiðarum.
«Í skiftirúminum fáa fleiri svimjarar at vita at teir blíva kolldømdir um teir brúka tí útgerðina, ið teir hava. So har kemur panikkur í. Fleiri blivu ávirkaðir av støðuni og millum teir vóru Tea Hwan Park, sum vann OL gull í 2008, og Paul Biedermann, sum hevur heimsmetið. Tea Hwan Park verður kolldømdur, meðan Paul Biedermann svimur langt frá síni bestu tíð, sigur Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen.
Tíverri fyri okkara viðkomandi, so varð Pál Joensen eisini merktur av kaosinum, sum var rundan um svimjingina.
«Pál var merktur av stressinum og tí kaosinum, sum var beint áðrenn. Olympiski heimsmeistarin verður kolldømdur, maðurin við heimsmetinum verður eisini kolldømdur. Fleiri kláraðu at halda høvdið kalt, meðan aðrir blivu ávirkaðir av tí. Ein teirra var so Pál Joensen, sum bleiv eitt sindur stressaður av øllum tí, ið hendi beint áðrenn hann skuldi í hylin, sigur Jón Bjarnason.
Fleiri av svimjaranum hava vant málrættað síðani tey dugdu at svimja, fyri at kom til OL. Ein kann so spyrja seg sjálan hvussu framleiðarar av ítróttarútgerðini, IOC og FINA ikki kunnu fáa slík viðurskiftið upp á pláss.
«Trupulleikin er at tað eru nakrar reglur, ið ikki eru upplýstar til framleiðarnar av hettum og svimjubrillum. Tí lúkar útgerðin ikki tey krøv, sum IOC og serliga FINA hava sett.
Pál Joensen, sum er við til OL fyri fyrstu ferð, hevur tó fingið nógvar royndir av tí, sum hendi. Skuldi nakað líknandi hent fríggjadagin, tá finalan í 1.500 metrum verður, so hevur Pál Joensen roynt at verið í støðuni fyrr og vónandi er tað til hansara fyrimun.

Svart neglalakk

At Jón Bjarnason skuldi til London at leita eftir svørtum neglalakki hevði hann nokk ikki roknað við undan OL leikunum. Men tað gjørdist veruleikin, tá fyriskiparnir vildu hava Pál Joensen at dekka eina lýsing á buksunum til.
«Beint árðenn Pál skuldi í hylin er tað galið við eini lýsing á buksunum hjá honum. So vit máttu leita eftir einum svørtum markøri at teknað útyvir, ella svart neglalakk, men tað var ikki lætt at finna. So var tað hettan, sum hann skuldi svimja í, ið ikki vísti seg at verða FINA góðkend. Vit vóru tó so hepnir at vit í “last go room” høvdu eina góðan vin, sum eitur Vladimir Stanlykov. Hann letur Pál svimja í hettuni og í brillinum uttan at blíva kolldømdur, greiðir Jón Bjarnason frá.
Í ruðuleikanum máttu svimjarar skifta brillur, hettur og onkur mátti úr øllum.
«Fyri summi var tað brillurnar, fyri onnur hetturnar og fyri onkur bæði tvey. Onkur mátti eisini skifta svimjibuksur og onkur dama mátti eisini skifta svimjidrakt. Tað var eitt sirkus og tað eru nógv óð fólk her, men tað eru eisini onnur, sum eru fegin um tað, tí tey hava fingið fyrimun av tí, sigur Jón Bjarnason.

Pál sá møguleikan

Pál Joensen svam í fjórða riðil og hevði tí fyrimun av at vita hvussu fleiri av hinum høvdu klára seg áðrenn hann hoppaði í hylin. Bæði kolldømdi Tae Hwan Park, sum seinni slapp at svimja í finaluni alíkavæl, og Paul Biedermann svumu áðrenn Pál fór avstað. Hetta var við til at styrkja vónina hjá Páli at koma í finaluni.
«Pál dugdi gott at síggja, at hetta kundi blíva til nakað stórt, men hann var ávirkaður av støðuni og svimur ikki nógv væl teir fyrstu 200 metrarnar. Hevði hann svomið teir seinastu hálvthundrað metrarnar, sum hann gjørdi í Danish Open, so hevði hann komið í finaluna sum nummar fimm ella seks, sigur Jón Bjarnason.
Tíðin hjá Páli var eitt lítið sindur verri enn tíðin hjá hinum í Danish Open í marsmánaði, tá hann kvalifiseraði til OL.
«Tað er nemt at verða bakklókur. Vit mettu at Pál kundi blíva nummar seks ella fimm undan innleiðandi umførini, men nú vísur tað seg at hann kanska hevði kunna blivi nummar trý eftir teimum tíðunum hann hevur klára undir venjing og um vit raðfestu tað hægri. Tað er bara kanska og tað er ikki nokk og vit seta nú alt inn upp á 1.500 meturin.
Heldur ikki í finaluni vóru tíðirnar góðar, sjálvt um kolldømingin hjá Tae Hwan Park varð tikin aftur.
«Eftir finaluna so má eg sig at har er eitt bíligt bronsuheiðursmerki vit kundi havt verið farinir eftir. Serliga tí at Paul Biedermann, sum hevur heimsmetið í 400 metra frí, ikki kom í finaluna, viðurkennur Jón Bjarnason.

Pál Irriteraður

Tað merkir eisin Pál Joensen, at hann ikki svam so væl, sum hann kann. Men hann er eisini uppsettur upp á at hetta ongantíð skal henda aftur.
«Pál er irriteraður um støðuna. Hann er eisini vónbrotin, men meiri irriteraður inn á at hann svam so seint. Á venjingarleguni í Kroatia gjørdu vit eina 1.500 metra svimjing har hann svam teir seinastu 400 metrarnar skjótari enn hann svam 400 meturin hesaferð. Hann er vónbrotin, irriteraður og uppsettur upp á at hetta skal ongantíð henda aftur, sigur Jón Bjarnason.
Pál skal í morgin svimja 4x200 metra stafett(???), men tað er heldur ikki her at vit skulu roknað við at síggja vágbingin í eini OL finalu. Jón Bjarnason sigur at Pál sjálvandi fer at hjálpa sínum liðfeløgum tað hann er mentur, men at fokus framvegis er á 1.500 metra svimjingini fríggjadagin.
«Pál fer at gera tað hann er mentur fyri at hjálpa hinum, men tað krevur nógv at koma í finaluna í hesi svimjingini. Fáa allir rist seinastu dagarnar úr kroppinum og svimja upp til sítt besta, so er ein møguleiki fyri einum finaluplássi, sigur Jón Bjarnason.
Fyri danir hevur hendan svimjingin fingið størri týdning, eftir at tað gjørdist greitt at millum annað Mads Glæsner ikki hevur sovmið er í tær finalurnar hann kundi hugsað sær.

Jón Bjarnason til OL setan

Pál Joensen kundi ikki verða við til OL setana, tí hann skuldi svimja dagin eftir. Tað var kanska tí at Jón Bjarnason fekk heiðurin at umboða svimjuleiðararnar á Olympic Park til setana.
«Vit eru fimm leiðarar og eg eri ótrúliga fegin um at eg fekk møguleikan. Kanska fall valið á meg tí Pál ikki kundi verða við, sigur Jón Bjarnason.
OL setanin hevur fingið nógv góð skotsmál har fólk sum David Beckham, Daniel Craig, bretska drotningin og Paul McCartney framførdu
«Tað var ótrúliga stuttligt. Har vóru eini 80 túsund fólk og tað merktist eisini. Tað var eisini flott at síggja øll blitsini, ljósshowið og alt fýrverki, sigur Jón Bjarnason at enda.

So nær við var Pál:

1. Sun Yang 3.45,07
2. Peter Vanderkaay 3.45,80
3. Conor Dwyer 3.46,24
4. Gergo Kis 3.46,77
5. Hao Yun 3.46,88
6. Ryan Napoleon 3.47,01
7. David Carry 3.47,25
8. Ryan Cochrane 3.47,26
………………………………………..
9. Pál Joensen 3:47,36