? Kaotiskur og skeg

Orðini sigur Sjúrður Skaale, tá hann í eini handavending verður biðin um at lýsa vinmannin Jákup Veyhe. Saman hava teir sum framúr skemtarar givið fólki manga stuttliga løtu. Jákup sjálvur lýsir seg sum ein, sum eitur tað sama sum pápin og abbin og hann metir ikki, at tey, sum standa honum næst, halda hann verða so stuttligan. Saman við øðrum ger Jákup ein dogmufilm til nýggjárs

Tá sagt verður Jákup Veyhe, so vita tey flestu, hvør talan er um. Verður so lagt afturat, at talan er um skemtaran, so eru øll við.
Jákup Veyhe er maður við mongum dygdum og mongum jørnum í eldinum. Til eina samrøðu um mangt og hvat og jólahugna, er trupult at fáa alt tíðartalvurnar at hóska, serstakliga, tá blaðmaðurin og skemtarin landafrøðiliga eru fjart hvør frá øðrum. Men so er fartelefon hent, men Jákup hevur nógv á skránni, so ikki altíð hóskar.
Einaferð áður hava vit útsett prátið, tí Jákup var biltúr á veg vestur í Vágarnar via nýggja Vágatunnilin við vinmanninum Sjúrða Skaale. Tá vit dagin eftir aftur royna, er sama skilið í bili, men gjørt verður av at práta.
Egið virki
Hvør er so Jákup Veyhe?
- Sonur Jákup Veyhe og abbasonur Jákup Veyhe, sigur Jákup Veyhe, og leggur afturat, at hann er hálvur sandoyingur, og hálvur havnarmaður, sum partvís heldur til í Klaksvík.
Hóast samdir um, at ein ikki spyr, hvussu mong árini eru, so kann avdúkast, at tey eru 32.
Lívsleiðina vil Jákup heldur taka nágreiniliga, tað vil siga ár fyri ár, so vit lata hetta hvíla her. Tó kann sigast, at hann hevur búð í Havn, í Danmark og er aftur nú í Føroyum.
Jákup starvast við lýsingum og hevur egið virkið. Hann leggur dent á útvarpslýsingar, men tekur sær eisini stundir til at vera leikstjóri og setir leikir upp av og á. Seinast kenna vit hann frá samstarvinum við sjónleikarar í Klaksvík. Spurdur, um nakar leikur er á skránni júst nú, svarar skemtarin, at talan bert er um ástarleik.
Sjálvur skuldina
Jákup er kendur frá mangari kabarett og skemtileikum. Og samstarvið við Sjúrða Skaale undir heitinum Pipar og Salt, sum sent var í Svf, og sum komið er á fløgu, er landskent.
- Tú ert maður við mongum talentum, tú fæst eisini við tónleik, vit kenna teg frá skemtinum, sangum har, og frá onkrari útvarpsfløgu til dømis?
- Nei, eg vil ikki kalla meg seriøsan tónleikara. Eg havi fingist við ymiskt, sum tú nevnir, men havi altíð havt góða hjálp, og havi mest fingist við at forrita. Men eg havi fingist við kór og har er kanska talan um meira seriøsitet, sigur Jákup.
Men hvat heldur Jákup um leiklutin sum skemtari og at verða Jákup, tit vita, skemtarin?
- Eg veit ikki. Eg haldi ikki, at tey sum kenna meg og eru mær næst, halda meg vera so stuttligan. Men mong kenna óivað andlit mítt frá lýsingum ella leikum, og tí havi eg sjálvur skuldina av, viðgongur Jákup.
Og ferðafelagin í bilinum, Sjúrður, byrjar nú at blanda seg uppí samrøðuna (sambært Jákupi er hetta vegna øvund), so fyri at steðga honum eina løtu afturat, verður hann biðin um at hugsa seg um, fyri at koma við eini lýsing av vinmanninum Jákupi, men bert við trimum orðum.
Jól: Vit elska at blíva snýtt
- Hvussu heldur Jákup Veyhe, skemtarin, jól, - sum fólk flest?
- Ja, tað er siðbundið, ella rættari, ein traditión, sum er komin yvir okkum. Døgurði og gávur. Ikki sperðil ella riv, men dunna. Eg havi eisini hildið jól úti í Hesti hjá systir míni, og tað hevur verið stak hugnaligt, men tá ein nú hevur familju sjálvur, so er tað sum hjá fólki flest, sigur Jákup Veyhe.
- Ofta verður spurt um afturvendandi spurningin, um jólini eru ov kommersiell, ov nógv av tí góða, um alt ikki druknar í gávum og strongd?
- Ja, hatta tími eg ikki at tosa um ella svara uppá, sigur Jákup, men heldur fram, tá skemtarin í honum velur at trína fram:
- Kommersielt? Nei, tað er alt ov lítið av øllum hasum, tað kundi gott verið meira, nei tvætl!! Men tað er hugnaligt við krambakøllum, sum hava ymiskt at bjóða. Og vit vita øll, at vøran verður bíligari í januar, men vit elska hatta bedragið, elska at verða snýtt, staðfestir Jákup Veyhe.
Og Sjúrður kemur aftur ímillum við viðmerkingum, sum greitt benda á, at har er ikki keðiligt í bilinum. Við greiðari ábending til ymsar háfloygdar mentanarviðmerkjarar, ið eru frammaliga í fjølmiðlunum, kemur hann við einum monologi um jólini, ið eru alt ov ódekonstruerað og ókommersiel. Og í fartelefon suðinum hvørvur ein monologur, sum vónandi speglast aftur í komandi skemtileikum frá skemtarunum báðum.
Ein roynd verður gjørd at beina prátið aftur á beint:
- Men Jákup, tíðin til jóla er óivað góð hjá tykkum, sum fáast við lýsingar, ikki so?
- Eg havi nóg mikið at gera, men eg eri ikki ovbyrjaður. Mær dámar best, tá eg ikki havi so nógvar kundar. Eg vil heldur gera nógv burturúr, sonevndar profil lýsingar. Bert at lesa tilboð upp er ikki júst eg, men sjálvandi geri eg eisini tað av og á, greiðir Jákup Veyhe frá.
Og so biða vit Sjúrð um lýsingina av Jákupi:
- Kaotiskur og skeg, sagt við trimum orðum, sigur Sjúrður avgjørdur.
Dogmufilm á nýggjárinum
Men hetta við skemti og leiki leiðir til næsta spurning, sum er, hvat er á tapetinum í løtuni, tí tú gerst okkurt til Svf til nýggjárs, ikki so?
- Jú, og talan er um ein nýggjan hátt at arbeiða. Vit taka ein dogmufilm upp. Vit fara fimm mans í eitt summarhús. Og við okkum hava vit útgerð, bæði til upptøku og klipp, so alt verður liðugt. So og so nógvir minuttir skulu gerast um dagin og vit hava fastar reglur at ganga eftir, men ikki er gott at vita, hvat hetta endar við, sigur Jákup Veyhe, og leggur afturat, at allir hava fyrireikað seg hvør sær, so einki er endaliga avgjørt frammanundan.
Samrøðan er at enda, Jákup og Sjúrður skemtast víðari á bilferðini, meðan blaðmaðurin ynskir framhaldandi góðan túr og gleðilig jól og Jákup vil fegin enda við at heilsa øllum við ynskjum um gleðilig jól og góða framtíð. Og semja er um, áðrenn fartelefonin tagnar, at skulu vit halda okkum til útvarpsmál, so er heilsanin hervið send og farin.