Kap Verde tekur seg úr HM í hondbólti

Spælararnir hjá Kap Verde fingu bara ein dyst til HM í hondbólti hesaferð.

Í dag boðar altjóða hondbóltssambandið IHF frá á heimasíðuni, at Kap Verde hevur tikið seg úr kappingini.

Tað verður gjørt vegna avbjóðingarnar, sum liði hevur fingið við koronu á liðnum.

– Tá Kap Verde hevur avbjóðingar við at kunna hava minst tíggju spælarar klárar til kappingina, sum reglarnar fyriskriva, hevur liðið gjørt av at taka seg úr kappingini, skrivar IHF.

Í morgin skuldi Kap Verde spæla ímóti Uruguay í eini beinleiðis duell um at fara víðari til millumspælið, men Uruguay er nú víðari til millumrunduna uttan dyst. Suðuramerikanska landið hevur annars tað báðar teir fyrru dystirnar við 29 og 26 málum til ávikavist Týskland og Ungarn.

Kap Verde tapti 27-34 ímóti Ungarn fríggjadagin. Dysturin ímóti Týsklandi í gjárð varð avlýstur, og tað sama verður við dystinum ímóti Uruguay í morgin.

Kap Verde verður dømt at taka allar írestandi dystir 0-10.

/ritzau/