Hetta vikuskiftið verður kappingin um norðurlendska meistaraheitið í styrkilyfting hildin í Norra. Føroyar eru væl umboðaðar við fimm lyftarum frá Burn Athletics; tað eru bæði menn og kvinnur, ið lyfta fyri Føroyar.
- Í fjør ár gjørdist okkara styrkilyfting ein partur av NM, og í ár er fyrstu ferð, at vit í Burn Athletics sleppa at luttaka í kappingini, sigur Rógvi Sørensen, formaður í Burn Athletics.
Tað verða fimm íðkarar frá Burn Atletics, sum fara at kappast. Her er talan um kappingina fyri juniorar (19-23 ár) og sub-juniorar (18 ár og yngri). Kappingin verður hildin í Lillestrøm í Norra í dag 16 september.
- Tá hetta er okkara fyrsta kapping uttanlands, er ringt at vita, hvat vit skulu vænta. Men vit vóna tað besta. Tað vísur seg ofta at liggja væl fyri hjá føroyingum at kappast í styrkiítrótt, men um vit røkka eitt heiðursmerkjapláss vita vit ikki enn. Men vit vænta tó, at fleiri føroysk met verða set, Rógvi Sørensen og leggur afturat:
- Fyri okkum er kappingin eisini ein læruprosess, har vit kunnu seta okkum mál til framtíðina og síggja, hvar vit liggja í mun til onnur norðurlond. Vit leggja út á okkara instragram-vanga síðu ígjøgnum vikuskifti - team_burn_athletics.
Juniorar, sum kappast eru:
Áron Matras Jensen
Petur Sigurd Á Túgvu
Rósa Matras Jensen
Sofus B. Jakobsen
Sub-juniorur er:
Petur Fróðason