Kappast á Tórsbreyt

Sunnudagin skipar Bragdið fyri opnum kappingum á Tórsbreyt í renning og longdarlopi

At tað eru opnar kappingar, gevur bæði gentum, dreingjum, kvinnum og monnum í øllum aldri møguleika at vera við. Sjálv kappingin byrjar sunnu­dagin klokkan 14, og til­meld­ingin byrjar hálvan tíma áðr­enn, klokkan 13.30.
Á skránni eru renni­kapp­ingar í bæði stutt-, mið- og lang­teinum, umframt kapping í longdar­lopi. Øll kunnu vera við í longdarlopi, men annars kunnu børn, fødd áðrenn 2000, renna 60 og 100 metrar, meðan tey, sum eru fødd í 1999 ella áðr­enn, kunnu renna 100, 200, 800 og 5000 metrar.
Fyri at fáa úrslitini skrásett neyv, samstundis sum øll kunnu royna seg ímóti teimum bestu, verður eltíðtøkuútgerðin hjá sambandinum fyri frælsan ítrótt, FÍF, brúkt til kapp­ing­arnar sunnudagin.