Kapping á bústaðarmarknaðinum

Við tveimum nýggjum kunngerðum hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, givið Húsalánsgrunninum amboð at kappast móti hinum peningastovnunum á bústaðarmarknaðinum.

»Við nýggju heimildunum verður skjøtul settur á at gera føroyska bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan. Nógv tann størsti parturin av føroyska bústaðamarknaðinum eru vanlig sethús, nakað er av eigaraíbúðum, meðan talið og úrvalið av leiguíbúðum er rættiliga avmarkað.

Stórur tørvur er tí á íbúðahúsum við íbúðum av ymsum slag. Tað veri seg íbúðir til støk, støk við børnum, fólk við serligum tørvi og familjur við lágum inntøkum. Eldri fólk, sum búgva í stórum sethúsum, ynskja í nógvum førum at flyta í eina minni íbúð, men hesin møguleikin er nærum ikki til staðar í dag. Við einum størri úrvali av íbúðum verður latið upp fyri hesum møguleikanum, samstundis sum yngri familjur kunnu útvega sær húsini, sum tey eldru selja«, sigur Fíggjarmálaráðið í fráboðan.

Víst verður á, at leiguíbúðir geva føroyingum, ið flyta heim eftir lokna útbúgving, møguleika at seta búgv, uttan at noyðast at keypa ella byggja. Somuleiðis er tørvur á lestraríbúðum, og við teimum kunngerðum, sum nú eru settarí gildi, hevur Húsalánsgrunnurin heimild at útvega og leiga út lestrarbýlir, ella bjóða lagaliga fígging til sjálvsognarstovnar, sum útvega lestrarbýlir.

»Við nýggju heimildunum verða møguleikar skaptir fyri at gera føroyska bústaðamarknaðin munandi meira fjøltáttaðan við einum breiðum úrvali av íbúðum til fólk, sum í dag ikki hava møguleika at finna ein hóskiligan bústað á føroyska bústaðarmarknaðinum undir tryggum viðurskiftum«, sigur Fíggjarmálaráðið.