Kapping í fólkaskúlanum, ein stór misskiljing

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Skúlin fyri øll.
Styrkin, ella bulurin í núgaldandi fólkaskúlalóg, sum kom í gildi 1. august 1998, er tann grundleggjandi hugburðurin, at skúlin er og skal vera fyri øll. Eg havi seinastu trý árini eftirlýst einum orðaskifti um fólkaskúlan á Føroya Løgtingi, havi sett fram uppskot til samtyktar um fólkaskúlan og við óteljandi høvi heitt á landsstýrismannin í mentamálum, um at fáa hetta orðaskifti í lag, tí eg meti tað vera alneyðugt og sera átrokandi at skifta orð um vit m.a. røkka endamáli fólkaskúlans, at skúlin er fyri øll.

Eisini eru aðrir týðandi tættir at taka upp, fakliga støði, virðisgrundarlagið undir skúlanum, serundirvísingin, eftirútbúgving av starvsfólki, leikluturin hjá foreldrum, tilelvingin hjá næmingunum, fyri at nevna nøkur øki sum liggja frammarlaga.

Loksins sær út til at landsstýrismaðurin, eftir hvøkkin av PISA kanningini, er til reiðar at fara undir hetta hart tiltrongda orðaskifti á Føroya Løgtingi, og tað fegnist eg um.

Undirvísingarmálaráð.
Formaður lærarafelagsins setir fram uppskot um at skilja mentamál og undirvísingarmál sundur í tvey sjálvstøðug ráð. Var spent at hoyra hvat landsstýrismaðurin í mentamálum hevði at viðmerkja til hetta uppskot, men eiðasørt hann rassaðist, kanska tað kundi verið eitt hugskot, men eg orki ikki, tað verður ov strævið o.s.fr. Sama niðurlag vit hava hoyrt frá landsstýrismanninum nú í skjótt trý ár.

Hvat skulu vit vænta av føroyska fólkaskúlanum, tá tann sum stendur á odda fyri skúlaverkinum hvørki hevur orku, vilja ella dirvi at stinga út í kortið?

Eg haldi uppskot lærarafelags formansins vera sera áhugavert. Bæði tí at fíggjarliga orkan, sum skal nýtast til tær nógvu føstu lønirnar í fólkaskúlanum, hevur hug at slúka burturav játtanini til mentunarlívið, og tað er í sjálvum sær sera óheppið fyri menningina av føroyska mentunarlívinum, og tí at umsitingarlig orka burturav eigur at nýtast til at stíla fyri og menna fólkaskúlan, men eisini at ganga á odda fyri námsfrøðiligari og fakligari gransking í føroyska fólkaskúlanum. Tíðin er langt síðani farin frá at vit bara kunna kopiera útlendsk skúlaverk, vit vera noydd at granska og menna okkara egna skúla leist, ein skúla sum byggir á tey virði vit í Føroyum meta høgt og sum vit halda hevur týdning at bera víðari til komandi ættarlið.

Hetta gerst uttan iva best í einum sjálvstøðugum undirvísingarmálaráð.

Kapping í fólkaskúlanum.
Hugburðurin við kapping í fólkaskúlanum, sum m.a. Vinnuhúsið førir fram, er eftir mínum tykki ein fullkomilig misskiljing av hvat fólkaskúlin er, hvat hann skal vera og hvørji virði hann byggir á.
Kappingin hoyrir heima í ítróttinum, í vinnulívinum, í altjóða handli o.s.fr., ongantíð í einum fólkaskúla.

Grundgevingarnar Vinnuhúsið førir fram um ein betri fólkaskúla, byggja einans á uppáhald um
at kapping fer at:

eggja lærarum at betra skúlan.
trýsta skúlaleiðslur at sett dugnaligar lærarar í starv
størri kapping og helst betri dygd
betri PISA úrslit

Men ongar av hesum grundgevingum eru undirbygdar ella dokumenteraðar. Sakni at Vinnuhúsið skilir hvat fólkaskúlin byggir á og hvønn týdning allur tann reyði tráðurin ígjøgnum lógina um, at skúlin er fyri øll, hevur at týða fyri lærarar, næmingar og foreldur.

Ì kjalarvørrinum av úrslitinum av PISA kanningin, var altíð væntandi at tann einfaldi leisturin, nevniliga økt kapping í fólkaskúlanum, fór at koma sum eitt krav uttanífrá. Tí haldi eg tað vera so umráðandi at fáa tað politiska orðaskifti í gongd um hvussu vit miðvíst arbeiða fram ímóti einum betri fólkaskúla.

Einum fólkaskúla við høgum fakligum innihaldi, einum skúla sum allatíðina er førur fyri at tillaga seg tí samfelagi hann er partur av, einum skúla sum klárar at motivera næmingarnar og seta teimum spennandi avbjóðingar, einum skúla sum hevur evni og megnar at menna einstaka næmingin við øllum teimum persónligu eginleikum hann hevur.

Kravið hjá mær sum politikari, skattgjaldari og foreldur verður alla tíðina at skúlin er karmur um og stimbrar ta heila menniskja, ta kropsliga menniskja, ta musikalska menniskja, ta skapandi menniskja, tað intellektuella menniskja, ta málsliga menniskja, ta støddfrøðiliga menniskja, ta inter-persónliga menniskja og ta intra-persónliga menniskja.

Skúlin sum byggir á so fátæksligt grundarlag sum kapping, kann ongantíð náa hesum málum, og fer eftir mínum tykki altíð at spæla totalt falit.

Á Miðalsbrekku 26. september 2006
Heidi Petersen, løgtingskvinna