Kapping á jøvnum føti

Tað hevur seinastu tíðina verið frammi í fjølmiðlunum um, at stríð hevur tikið seg upp millum Fjarskiftiseftirlitið og Vinnumálastýrið øðrumegin og Føroya Tele hinumegin.

 

Andras Róin, stjóri Føroya Tele Tórshavn, tann 21. september 2001

??????????????????



Tað hevur seinastu tíðina verið frammi í fjølmiðlunum um, at stríð hevur tikið seg upp millum Fjarskiftiseftirlitið og Vinnumálastýrið øðrumegin og Føroya Tele hinumegin.

Fyri Føroya Tele er málið av sera stórum týdningi, tí tað snýr seg um, at felagið higartil ikki hevur fingið loyvi til at kappast á jøvnum føti við aðrar veitarar í Føroyum. Orsøkin er, at Fjarskiftiseftirlitið hevur sýtt Føroya Tele at fremja avsláttarskipanir hóast søkt hevur verið um hetta síðani í vár, og hóast aðrir veitarar hava fingið loyvi til tess.

Málið er neyvan egnað at verða greinað sundur í einum almennum kjaki, men Føroya Tele metir, at nakrar rættleiðingar eru neyðugar.

Rættleiðing viðvíkjandi Landsstýrismanninum í Vinnumálum

Samrøða við Føroya Tele í Sosialinum tann 5. sep-tember 2001 kann skiljast soleiðis, at Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, verður lagdur undir, at Vinnumálastýrið, við at skifta til annan veitara enn Føroya Tele, minkar um virðið av almenna partafelagnum og styðjar skeivregulering.

At Vinnumálastýrið ella ein og hvør annar kann velja at skifta veitara, er ein natúrlig avleiðing av, at kapping er á fjarskiftis-marknaðinum. Tað einasta Føroya Tele ynskir, eru javnbjóðis møguleikar at kappast við aðrar veitarar og at hesi viðurskifti eru so greið og forútsigilig sum gjørlig. Tá ið Føroya Tele í hesum sambandi nevnir Landsstýrismannin er ?adressan? skeiv, tí Føroya Tele hevur bert eitt mál koyrandi við Fjarskiftiseftirlitið og sostatt ikki við Vinnumálastýrið og Landsstýrismannin í Vinnumálum.


Rættleiðingar viðvíkjandi Fjarskiftiseftirlitinum

Í Sosialinum tann 7. september 2001 úttalar stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum, at Fjarskiftiseftirlitið gevur øllum somu viðferð, men at Føroya Tele ikki megnar at svara settum spurningum.

Til hetta er at siga, at Føroya Tele leypandi hevur svarað øllum spurningum, sum Fjarskiftiseftirlitið er komið við, hóast Fjarskiftiseftirlitið støðugt hevur sett fram nýggjar spurningar. Eisini hevur Fjarskiftiseftirlitið viðgingið, at størri krøv verða sett til Føroya Tele enn tey, ið sett verða til aðrar veitarar, og tískil er ikki talan um at øll fáa somu viðferð.

Í útvarpinum hósdagin tann 13. september 2001 verður stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum endurgivin fyri at siga, at orsøkin til, at Føroya Tele ikki sleppur at veita avsláttur til síni viðskiftafólk, er ?tí roknskapurin hjá felagnum er ikki sundurskildur, so til ber at síggja, um Føroya Tele flytir pengar millum ymsu virkisøkini?. Stjórin vísir á, ?..at Føroya Tele áður hevur fingið longt freistina fyri sundurskildan roknskap við einum ári, og at teir enn ikki eru til reiðar kemur teimum so aftur um brekku nú?.

Í hesum sambandi skal gerast vart við, at Føroya Tele hevur ikki fingið útsett freistina í eitt ár. Í 1999 fekk felagið konsessión frá Fjarskiftiseftirlitinum har krøv til framtíðar roknskaparligar upplýsingar eru í, millum annað eitt krav um sundurskildan roknskap fyri roknskaparárið 2001. Hetta kravið fer felagið at uppfylla til ásettu tíð.


Viðmerkingar annars

At kapping er komin á føroyska fjarskiftismarknaðinum er at fegnast um. Men kappingin má hava til endamáls, at fáa til vega so bíligar og góðar tænastur til viðskiftafólkini sum gjørligt. Eisini má kappingin fara fram undir greiðum og forútsigiligum viðurskiftum.

Minsta kravið má verða, at fjarskiftisveitararnir verða viðgjørdir eins av Fjarskiftiseftirlitinum, og at kappingin kann fara fram á jøvnum føti í so máta. Alt annað vil verða til stóran skaða fyri bæði viðskiftafólk og fjarskiftisøkið sum heild.