Kringvarp Føroya kunnger í dag eina kapping um at framleiða føroyskar stuttdokumentarar til útvarp. So nú hava tey, ið brenna inni við einum góðum hugskoti til ein útvarpsdokumentar, møguleika at vísa sínar dygdir.
Vinnandi útvarpsdokumentarurin fær eina virðisløn á 12.000 krónur.
- Kringvarp Føroya vil fegið liva upp til sína skyldu sum public service-stovnur og vil við nevndu kapping eggja fleiri at skriva og framleiða nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. Sendingarnar, ið verða framleiddar til kappingina, kunnu soleiðis verða sendar sum podcast og eisini sum vanligar sendingar í útvarpinum, skrivar Kringvarp Føroya í tíðindaskrivi og lýsa víðari kappingina soleiðis:
Ein útvarpsdokumentarur kann lýsast sum ein søga frá veruleikanum fortald við einum ávísum sinnalagi. Hetta er søguforteljing, har lurtarin dugir at ímynda sær livandi myndir, tá lurtað verður. Hetta kann gerast við at nýta m.a. ljóðmyndir, tónleik og talu.
Útvarpsdokumentararnir skulu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð. Harafturat skal útvarpsdokumentarur hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni.
Treytir og praktisk viðurskifti
Treytirnar eru, at útvarpsdokumentarurin skal vera ein stuttdokumentur til útvarp, sum er umleið 8-10 minuttir til longdar. Ljóðfílan við sendingini skal vera í WAW-formati og í MP3-formati. Ljóðfílurnar skulu sendast til KVF, og afturat ljóðfíluni skal sendast eitt handrit á føroyskum og eitt á enskum.
Til at viðgera teir innsendu útvarpsdokumentararnar er ein dómsnevnd sett. Í dómsnevndini eru Tim Hinman (Third Ear, DK), Þorgerður E. Sigurðardóttir (RUV, ÍS) og Linda Mortansdóttir (FO).
Ljóðfílurnar og handritini til nýggjan føroyskan stuttdokumentar til útvarp skal latast Kringvarpinum á t-postadressu: kapping@kvf.fo í seinasta lagi 01. februar 2019 á midnátt.
Kringvarp Føroya viðmælir www.wetransfer.fo ella líknandi forrit at senda ljóðfílurnar við, í fall tær fylla ov nógv at senda við vanligum t-posti.
Um so er, at luttakarin hevur hug at royna klippingarforritið Hindenburg Journalist, kann forritið roynast í eina avmarkaða tíð á tríggjar mánaðir. Vinnarin fær eisini eitt tvey ára hald til klippingarforritið Hindeburg Journalist Pro.
Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðislønina, um hon heldur, at teir innkomnu útvarpsdokumentararnir ikki eru virðislønarverdir.
Spurningar kunnu sendast til kapping@kvf.fo.