Deildin hjá BankNordik í Grønlandi skal hava nýtt navn.
Í Føroyum hevur bankin skift navn til Føroya Banki, og tí skal deildin í Grønlandi eisini hava nýtt navn.
Bankin vil hava "eitt heilt serstakt og meira persónligt navn" til grønlendsku deildina.
– BankNordik er eitt gott navn og hevur fylgt okkum í nógv ár, men vit hava eitt brennandi ynski um at finna eitt heilt serstakt grønlendskt navn, sum passar til okkara forrætning, okkara dugnaligu starvsfelagar og okkara nógvu kundar í Grønlandi, sigur stjóri í BankNordik í einum tíðindaskrivi, sambært miðlinum Sermitsiaq.
Evsta mark at lata uppskot inn er 25. august, og vinnarin fær 10.000 krónur.