Tað er kappingaravlagandi at Apotek letur upp í gamla bygninginum hjá BankNordik í miðbýnum í Havn.
Tað halda fleiri býráðslimir í Havn.
Fyrr í morgun skrivaðu vit her á www.in.fo, at Býráðið hevur samtykt at leiga Apotekinum høli í gamla bankabygninginum til apotek. Talan verður um eitt tíggju ára leigumál, har Apotekið hevur eitt árs uppsagnarfreist.
Les eisini: Nú kemur apotek í miðbýin
Á býráðsfundinum varð upplýst, at talan er bæði um at selja heilivág í hondkeypi og heilivág, sum krevur resept í miðbýnum. Men í morgun sigur Hjalti Gunnarstein á Apotekinum, at Tað Apotekið hevur ongantíð sagt, at ætlanin er at avgreiða reseptheilivág í miðbýnum.
- Hetta er ein hondkeypssøla, tað merkir, at vit selja heilivág í hondkeyp, og aðrar vørur, og hetta er tað vit á Apotekinum hava boðað frá, sigur hann.
Spurningurin er so, hvussu verður í longdini, men tað fer tíðin at vísa sigur hann. Ein møguleiki kann vera, at fólk kunnu heinta reseptheilivág í miðbýnum, men tað fer tíðin at vísa, leggur hann afturat.
Tað, býráðið hevur samtykt, er, at fyrsta árið, skal Apotekið rinda hálva leigu, tí neyðugt verður hjá Apotekinum at brúka pening upp á at innrætta hølini til endamálið.
Og tað eru fleiri býráðslimir, sum halda, at tað er beinleiðis kappingaravlagandi at fáa apotek í miðbýin.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, vísir á, at nú fer Apotekið í miðbýnum at taka kappingina upp við handlar í býnum, sum frammanundan selja heilivág í hondkeypi.
Samstundis halda bæði Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam, sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi, umframt Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokin, at tað er skevt, at Aoptekið bara skal rinda hálva leigu tað fyrsta árið.
Tey halda, at tað er at meta sum vinnuligur studningur og at Apotekið skal leiga fyri galdnadi leiguprís, akkurát, sum øll onnur fyri at seta alt virksemi javnt.
- Býráðið eigur ikki at rinda fyri vinnulívið og tí skulu øll leiga fyri sama prís, sigur Annfinn Brekkstein.
Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at sum heild er tað skeivt at fáa apotek í miðbýin, einans 300 metrar frá høvuðsapotekinum á Trapputrøðni. Samstundis tekur tað kappingina upp við privatar handlar og hann hevur áður talað fyri, at tað hevði verið betri at Apotekið fekk eina deild í Hoyvík.
Hann vísir eisini á, at parkeringsviðurskiftini eru so vánalig, at tað eru óráð at lata apotek upp í miðbýnum.
- Tað er ein vánalig loysn at fáa apotek í miðbýnum, leggur hann afturat.
Býráðslimir, sum taka undir við at fáa apotek í miðbýin, halda tvørtur ímóti, at tað liggur seta væl fyri, beint við eitt knútapunkt hjá Bussleiðini, har allir bussarnir steðga í túninum hjá Apotekinum í miðbýnum.
Heðin Mortensen sigur, at hetta er eitt stórt framstig fyri miðbýin og at eitt Apotek í miðbýnum hevur verið eitt stórt ynski hjá havnarborgarum í nógv ár. Og Halla Samuelsen helt, at eitt apotek í Miðbýnum er kærkomið, tí bíðirøðirnar á Apotekinum eru langar.
Í gerðabókini hjá býráðnum stendur, at átta býráðslimir atkvøddu fyri, nevniliga, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø, Sigrún Mohr, Tróndur Sigurðsson og Halla Samuelsen. Bogi Andreasen atkvøddi ímóti og Annfinn Brekkstein, Sjúrður Olsen, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal greiddu ikki atkvøðu.
Men síðani hevur Jógvan Arge gjørt greitt, at feilur er í gerðabókini og at hann atkvøddi blankt, tí eisini hann heldur, at Apotekið eigur at rinda vanligan leiguprís og eigur ikki at fáa avsláttur í leiguni. Og nú hevur Sjúrður Olsen eisini gjørt var við, at hann atkvøddi fyri ætlanini at fáa apotek í miðbýin.