Kappingin um Ársins Songrødd 2002 byrjað


Leygarkvøldið fór fyrsta umfarið av Ársins Songrødd 2002 av bakkastokki í Badmintonhøllini í Havn.
Vinnarir av hesum umfarinum gjørdust 20 ára gamla Krsitley Hansen og 16 ára gamla Lena Maria Ellingsgaard.

Ársins Songrødd
Ragnhild Ellingsgaard

Yvir 500 fólk høvdu leitað sær inn í Badmintonhøllina leygarkvøldið fyri vita, hvørjir fyrstu finalistarnir til Ársins Songrødd í 2002 fóru at verða.
Luttakarnir vóru 9 í tali, og skuldu 2 finalistar finnast. Hesir skulu saman við øðrum kappast um heitið sum Ársins Songrødd 2002 í finaluni, sum verður hildin tann 29. juni.
Navnframi James Olsen er ein av fyrireikarunum aftanfyri tiltakið, og hevur hann eisini leiklut sum frásøgumaður. Við øðrum orðum greiðir hann frá, hvat hendir á pallinum, og meðan stigini verða tald upp, gevur hann eisini sítt ískoyti á pallinum.

Fyrstu finalistarnir funnir
Kappingin er skipað á tann hátt, at 4 dómarar eru til staðar, sum meta um sang, framførslu og eisini sereyðkenni hjá luttakarinum. Teir geva so stig fyri hetta, men áðrenn uppteljingin gerst endalig, sleppa áhoyrarnir eisini at siga sína meining. Atkvøðuseðlar verða býttir út millum áhoyrarnar, og telja hesar atkvøður tilsaman eins nógv og ein dómaraatkvøða.
Tá øll hesi stig eru tald upp, gerst greitt, hvør sleppur víðari til finaluna.
Á fyrsta plássi leygarkvøldið legðist 20 ára gamla Kristley Hansen, meðan 16 ára gamla Lena Maria Ellingsgaard lá á einum øðrum plássi. Hesar báðar sleppa sostatt víðari til finaluna.

Fleiri umfør
Skipað verður fyri fleiri umførum í øllum landinum, og er longu nærum fult teknað til øll umførini.
Ì Havn kom luttakaratalið so langt upp, at fyrireikararnir valdu at skipa fyri tveimum umførum einans í Havn.
Annars verður eisini skipað fyri umførum í Klaksvík, á Kambsdali, í Vági og í Hvalba.
Næsta umfarið verður longu tann 2. mars, og verður tað í Hvalba.

Vinnarin 10.000 krónur
Tann 29. juni í ár verður finalan skipað í Badmintonhøllini í Havn, og skulu tveir finalistar frá hvørjum umfari tá kappast um heitið sum Ársins Songrødd 2002.
Vinnarin av øllum hesum umførinum fær, umframt heiðurin, eisini handað eitt gávukort áljóðandi 10.000 krónur, meðan Føroya Banki letur nummar tvey eitt gávukort á 5.000 krónur.

Stórur áhugi
Frá fyrireikarunum frætta vit, at stórur áhugi er fyri tiltakinum í ár. Miðalaldurin á luttakarunum er hækkaður í mun til seinasta ár, og teir flestu hava vant nógv, áðrenn teir traðka á pallin. Hetta er ein stór broyting í mun til undanfarin ár, tá Ársins Songrødd meir hevur verið eitt stuttligt upplivilsi heldur enn ein verulig kapping.
- Tey flestu, sum hava meldað seg til, eru við fyri at vinna, og tað merkja vit eisini, siga fyrireikararnir.