Tað er merkisvert, hvussu lítlan leiklut Kappróðrarfelagið NSÍ eigur í FM kappróðrinum, sum í morgin verður á Eystanstevnu. Eysturoyingur, Heiðabáturin, Sølmundur, Spógvin, eitt spildurnýtt Tjaldur, sum Sámal Hansen í hesi vikuni hevur lagt síðstu hondina á, og eitt 5-mannafar aftrat, sum hevur itið Tjaldrið, men sum í løtuni er navnaleyst, standa í stóra og væl útgjørda neystinum á Glyvrum.
Á Norðoyastevnu var felagið bara umboðað við Tjaldrinum í genturóðrinum. Í morgin verður Heiðabáturin eisini við, men einki verður at síggja til Eysturoying, Heiðabátin, Sølmund og Spógvan.
Tað harmast tey í annars róðrarhugaða økinum um, og tey hava ætlanir um, at broyting skal koma í:
– Flestu ítróttarfeløg hava skiftandi ítróttarligan byr. Soleiðis hevur tað eisini verið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Hesi seinastu árini hevur tað verið í lakara lagi, og táið felagið bara var umboðað við einari bátsmanning á Norðoyarstevnu í ár, so er tað á ongan hátt nøktandi í mun til tað ambitiónsstøðið, sum felagið annars hevur, hevur nevndin, sum varð vald á aðalfundi 23. mai staðfest og so verður lagt aftrat:
– Nýggja nevndin hevur sett sær fyri at menna ítróttina aftur. Ivasamt er, hvussu langt tað røkkur í ár, men undir øllum umstøðum fer gentumanningin við 5-mannafarinum og helst Heiðabáturin at rógva tað, sum eftir er av róðrarárinum, og síðan verður miðað eftir at luttaka við bátsmanningum í øllum bólkum í kappróðrarárinum 2013.
Tey á Skálafjørðinum eru longu farin undir fyrireikingarnar at manna Eysturoying næsta ár.
Í hesi vikuni eru tey áskoðarar meðan Klaksvíkingur, Suðuroyingur, Páll Fangi og aðrir bátar venja á Skálafjørðinum.
– Vit bjóða teimum góðu umstøðurnar í neystinum, meðan tey eru her, og vit ætla næsta ár at geva teimum ein skarpan gang, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum er skrivaði í nevndini.
Góðar umstøður
Í 1998 varð avgerð tikin um, at ítróttargreinarnar, sum áður høvdu ligið í einum felagsskapi, Nes Sóknar Ítróttarfelag, skuldu taka sundur. Kappróðurin, sum saman við hondbóltinum var frumítróttin í felagnum, varð skipaður í nýggja felagsskapinum Kappróðrarfelagið NSÍ.
Tað hevði verið smáttfallandi við rógving og úrslitum í nøkur ár, men eftir at kappróðurin var komin aftur í eina fasta legu, í egnum felag, fór veruliga at grógva aftur um gangandi fót.
Felagið fór alt fyri eitt undir fyrireikingina, at byggja nýtt neyst Niðri á Støð á Glyvrum. Longu tíðliga í 2002 var neystið liðugt smíðað og tikið alment í nýtslu. Síðani hevur nógv lív og virki verið kring felagið og felagshølini. Teir eyðkendu gulu bátarnir hava roynst drúgvir hesi árini, og fleiri FM heiti eru komin felagnum til høldar í flestu bátastøddum.
Niðara hæddin í neystinum hevur eyðvitað verið brúkt sum neyst, og klárar at hýsa øllum flotanum hjá felagnum. Ovara hæddin varð ta fyrstu tíðina brúkt sum felagshøli, men so hvørt sum kappróðurin í Føroyum varð alt meira intensiveraður, og bátsmanningar høvdu tørv á meiri venjing enn tað sum fekst á kjøli, tók felagið stig til at keypa venjingaramboð til manningarnar. Sum fráleið mentist hesin aktivi parturin hjá felagnum soleiðis, at onnur enn róðrarfólk fingu høvi at mýkja sær vøddarnar. Endin varð, at alt felagshølið í erva hesi seinastu árini er brúkt til hetta endamál.
Í nýggju nevndini, sum eftir aldudal í nøkur ár nú ætlar at fáa futt aftur í felagið, eru Eyðun Petersen, Søldarfirði, formaður. næstformaður er Bjarki Danielsen, Søldarfirði, skrivari er Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, peningarøkil er Annika Tórbjarnardóttir, Søldarfirði, og nevndarlimur er Magni Lamhauge, Saltangará. Eykalimir eru Rodmundur Nielsen, Glyvrum og Eiler Lamhauge, Lambareiði.