Árliga kappróðrarstevnan á Sorø sjógvi verður leygardagin 13. september.
Hetta er 9. kappróðrarstevnan í Sorø.
Í ár verða manningarnar fleiri enn hini árini, tí føroyingar í Hirtshals hava eisini tekna seg. Annars eru bátarnir úr Esbjerg, Odense, Ballerup, Ishøj og úr Sorø.
Bátarnir eru allir seksmannafør, og tað rógva konur og menn, gentur og dreingir.
Byrjað verður klokkan 14 við skrúðgongu, Merkið verður vundið á stong, og stevnan verður sett.
Síðan verður róð, og í meðan kunnu fólk hugna sær, keypa ein bita og okkurt drekkandi.
Aftaná verða steyp og heiðursmerki handað.
Um kvøldið verður so veitsla.
- Vit plaga at hava tað ógvusliga stuttligt og hugnaligt á stevnuni, sigur Ragnhild Sørensen, forkvinna í Føroyingafelagnum á Vestursælandi, sum skipar fyri tiltakinum.
Hetta er 9. kappróðrarstevna í Sorø.