Smápartafelagið Fjølvinna við Kára Durhuus hevur eftir øllum at døma fingið fríar teymar at selja senditíð í almenna Kringvarpinum til hægstbjóðandi. Fjølvinna hevur gjørt sáttmála við Kringvarpið um at standa fyri nýggjárssendingini í almenna sjónvarpinum.
Les eisini: Kreativur nýggjárssáttmáli
Sáttmálin varð undirskrivaður 23. desember, uttan at uppgávan er bjóðað út. Hetta hóast eitt rundskriv, sum kom í gildi 1. oktober, áleggur øllum almennum stovnum at bjóða allar uppgávur út, sum eru størri enn 50.000 krónur.
Les eisini: Kvf aktar ikki Fíggjarmálaráðið
Millum tey, sum fegin vilja gjalda pengar aftur fyri umrøðu í almenna sjónvarpinum, eru borgarstjórarnir í størstu og næststørstu kommununum í landinum, sum báðir vilja brúka nakrar skattakrónur til at profilera sín bý.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, váttar at hansara kommuna rindar sp/f Fjølvinnu 60.000 krónur aftur fyri senditíð í almenna sjónvarpinum.
- Vit vilja fegin seta fokus á Klaksvík og okkara mentan. Kommunan skipar fyri einum stórum nýggjárstiltaki við posthúsið mitt í býnum, og hetta vilja vit fegin vísa øllum Føroya fólki, sigur Jógvan Skorheim.
Sáttmálin millum Klaksvíkar Kommunu og sp/f Fjølvinnu er ikki undirskrivaður enn. Men tað verður hann millum jóla og nýggjárs, sambært Jógvani Skorheim.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, váttar at hansara kommuna rindar sp/f Fjølvinnu 50.000 krónur aftur fyri senditíð.
- Vit síggja tað ikki sum stuðul til sendingina, men heldur sum eitt lýsingarátak fyri kommununa, sigur Heðin Mortensen.
Aftur fyri pengarnar, tilsamans 110.000 krónur, fáa borgarstjórarnir í størstu og næststørstu kommunu jaliga umrøðu av sínum býum í almenna sjónvarpinum. Meira ivasamt er tó, hvat teir borgarstjórar, borgarar og hyggjarar annars fáa, sum ikki gjalda nakað í pengakassan hjá endurstovnaða Sp/f Fjølvinnu.
Smápartafelagið Fjølvinna fór annars í konkurs í 2011, millum annað við eini rokning fyri meirvirðisgjald hangandi eftir. Landskassin hevur síðani avskrivað smáar 30.000 krónur í mvg, sum hetta felag ongantíð hevur goldið.
Les eisini: Landið misti pengar uppá nýggjárssending-felag
Sambært sáttmálanum millum Sp/f Fjølvinnu og Kringvarpið hevur endurstovnaða, konkursrakta felagið fullan rætt til at nýta alla útgerð hjá Kringvarpinum. Smápartafelagið fær fullan rætt til at nýta alt redaktionelt tilfar hjá Kringvarpinum. Fjølvinna fær fullan rætt til at brúka starvsfólk hjá Kringvarpinum til arbeiðið. Einasta treytin er, at hjástarvið skal ikki forða fyri, at Kringvarpið fær mannað sínar vaktir um høgtíðina.
Og eisini fær sp/f Fjølvinna fullan rætt til at selja lýsingar og sponsoratir til sendingina, sum verður send í almenna Kringvarpinum.
Kringvarpið, sum sambært sáttmálanum við sp/f Fjølvinnu hevur ”redaktionellu ábyrgdina av nýggjárssendingini”, hevur higartil einki upplýst um, hvør rindar hvat fyri at sleppa við í sjónvarpssendingina nýggjársaftan.
Les eisini:
Kvf aktar ikki Fíggjarmálaráðið
Landið misti pengar uppá nýggjárssending-felag
Dia Midjord: Eingin trupulleiki
Bjarni Djurholm: Kringvarpið á eggini