Karl Jespersen til minningar - føddur 7.10.1915 – deyður 20.3.2010

Nú legði Karl árarnar inn fyri síðstu ferð eftir ein mangan langan og harðan róður.
Karl Jespersen er nú farin um sýnina. Eftir hann standa tey tøk, hann hevur tikið, og tey eru nógv. Tað er ikki møguligt í einari minnisgrein at umrøða alt, men tá ið søgan um Tvøroyri verður skrivað, verða Karl og konan Gigan at fáa eitt serligt pláss, tí tit løgdu støðið.
Karl var javnaðarmaður um ein háls, og saman við P. M. Dam sála bygdu teir upp eina sterka javnaðarrørslu her á Tvøroyri, sum seinni kom øllum samfelagnum til góðar. Tí eingin hevur kastað aftur teir ágóðar, sum P. M. Dam sum politikari skapti, stuðlaður av Karl Jespersen og viðhaldsfólki.
Tað kravdi dirvi at vera leiðari, men tað dirvið hevði Karl, sjálvt um tað til tíðir kostaði nógv. Karl var formaður í arbeiðsmannafelagnum Fylking, og soleiðis kom hann at standa á odda fyri tí uppbyggingararbeiði, sum fór fram ta tíðina. Sum formaður í Fylking var hann leiðari av tí nevnd, sum stýrdi A. T., sum tá var størsta og sterkasta arbeiðarafyritøka her á landi. Hvønn týding, ið A. T. hevði, fer søgan seinni at umrøða.
Karl var eisini formaður í Suðuroyar Fiskimannafelag. Jú, har vóru eisini boð eftir Karl, tí hann var ein álitismaður, har hann var. Men hesi álitisstørv høvdu eisini sín prís. Tað stóð mangan nógv á og gekk familjuni nær, men tey stuðlaðu honum, og tað var sterkasta styrkin í tí ágangi, ið var. Men Karl stóð stinnur sum fjallið, tí hann visti, at baklandið var í lagi.
Suðuroyar Fiskimannafelag við Karl á odda varð lagt saman við Føroya Fiskimannafelag, fyri at standa sterkari, og gjørdist Karl næstformaður. Í fimmtiárunum var stórt arbeiðsloysi í Føroyum, bæði á sjógvi og landi, og fóru føroyingar í stórum tali til Íslands, bæði verkafólk og sjófólk. Karl flutti eisini til Íslands við familjuni. Sum næstformaður í Føroya Fiskimannafelag kom Karl at vera álitismaður føroyinga í Íslandi, og eigur Karl stóra tøkk fyri, at tað gekk felstu føroyingum væl í Íslandi.
Karl var eisini býráðslimur á Tvøroyri og eitt skifti var hann varaborgarstjóri.
Boð komu frá Føroya Landsstýri, at umboð fyri kommunurnar í Føroyum skuldu á norðurlendskan fund í Íslandi. Umboðini vóru frá Tvøroyri, Tórshavn og Klaksvík. Sum borgarstjóri á Tvøroyri avgjørdi eg, at Karl og konan Gigan skuldu umboða Tvøroyri. Til fráfaringarveitsluna í Íslandi varð avgjørt, at eitt av teimum norðurlendsku umboðunum skuldi flyta fram røðu, og tað bleiv Karl. Og flutti Karl røðu sína fyrst á føroyskum, síðan á donskum og til seinast á íslendskum. Og varð tað stórliga fagnað.
Karl var eisini útróðrarmaður, og bygdi hann størsta útróðrarbát, ið bygdur var tá í Føroyum, og fekk báturin navnið Gigan eftir konuni. Karl og synirnir róðu í nógv ár út í Grønlandi.
Ein virkin maður er farin um sýnina.
At lýsa lívið hjá Karl í einari grein er ikki gjørligt, men lat meg brúka eitt brot úr einum ørindi hjá Poul F. »– hann, sum lyftir tín tunga arv, hann skal fjøll kunna flyta«.
Við deyða Karl Jespersens er ein tann síðsti horna­steinurin hjá javnaðarrørsluni á Tvøroyri farin.
Presturin umrøddi í jarðarferðar­prædikuni skaldskapin hjá Karl Jespersen, og serliga umrøddi hann sangin »Hallo, hallo, tit heima í A.T«. Søgan um sangin er í stuttum hendan: Skonnartin Marité, ið A.T. átti, var fyri tí óhappi í Grønlandi tá teir skuldu fara at sigla heim, at motorurin gekk fyri. Her lá skipið fullfermt og hjálparleyst. Hvat var at gera? Stjórin í A.T., Hjalgrím á Heygum, sendi boð eftir Magnus Joensen, skipara, og spurdi hann, um tað var møguligt at sleipa Marité heim, og til tað skuldu teir brúka sluppina Vestmanna, ið A.T. eisini átti, og sum hevði stóra maskinmegi. Hetta var eitt váðavek at fara til Grønlands á heystartíð, og so at fara at sleipa eitt fullfermt skip um Kappan og heim. Magnus Joensen, vanliga nevndur Magnus Norðing, var ein virdur og royndur sjómaður, men kravdi Magnus, at hann vildi velja fólkið, hann skuldi hava við sær, og tað varð eftirlíkað. Hetta var eitt váðaverk, ið eisini sangurin hjá Karl sigur frá, eitt sjómansbragd, sum eigur at verða mint og til æru fyri teir, ið framdu tað. Skipsmanningin á Vestmanna var henda Magnus Joensen, skipari, Anker Petersen, stýrmaður, Poul Einarsson, motorpassari, Karl Jespersen og Eskild Jespersen.
Áðrenn teir løgdu frá landi í Grønlandi, kom Valdemar Joensen, ið var við Marité, umborð á Vestmanna at vera teimum til hjálpar. Valdemar var royndur sjómaður.
Trygdin umborð á Marité var í lagi, ta ábyrgdina hevði Óla Johan Wiberg, havets helt, royndur sjógarpur, og honum undir lið Johan Hermansen. Men at sleipa eitt fullfermt skip við manning upp á 40 fólk á heystardegi er ikki bara sum at siga tað. Her vísti tann føroyski sjómaðurin sum ikki einaferð sína styrki. Vit lata yrkingina hjá Karl siga frá.


Hallo – hallo tit heima í A.T.

Hallo – hallo tit heima í A.T.
her koma vit við Marité.
Vit fylgjast rætt sum systrar skulu,
hin eldra við trossanum vísir veg,
so gerið tykkum klarar, koyr Merkið
høgt á stong,
her koma »Havets sønner«, teir gista
vilja kong.

Tungt var at dragsa í alduvási,
hin gamla gekk um miðjan sjógv,
hon av og á kom upp at blása,
men burtur bleiv í næstu gjógv,
tvær mastrar og ein trossi, bert skúm
brot í brot,
her kemur aftur gossið, hin gamla
hevur flot.

Og tosað varð tá skipanna millum,
hvønn fjórða tíma í telefon,
í »Trøllabotni« teir gingu á illum,
teir høvdu allir samlir gron,
ja, soleiðis kann tað ganga, tá Havets
helt er við,
av øllum alvi gera at sýna sjómanssið.

Krumtappur brotin – skipið á tremur,
vit longjast eftir heimaferð,
so hoyrdist gamla systir kemur,
tá lætti alt ein dreymaverð,
so lagt alt farið verða, um tíðin fellur long,
um 14–15 dagar vit koma í heima song.

At hetta bragd og henda ferðin,
ein enda fekk, ei ilt er skett,
var leiðslan góð – tað stóð á herðum,
og manningin so samanflett,
vit hóma nú heimafjørðin, og syngja av
frøi í sinn.
vit heilsa kvinnum og øðrum, av gleði er
tár á kinn.


Tann seinasta heilsanin til vinmannin og partamannin verður við orðum Poul F.:
Tað er sum eitt skýggj sum fyri sólina dregur
tá reystmenni fer av garði
sum hevur so stórt lívsverk framt
at tað verður hansara minnisvarði.

Sverre Midjord