Karl Løkin spælir í Fløtugerði komandi ár

Betri deildin menn: ÍF hevur ikki fingið tær heilt stóru undirskriftirnar upp á pláss, men nú er ein profilur klárur

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður, og Karl Løkin

ÍF hevur gjørt sáttmála við Karl Løkin fyri komandi kappingarár. Hann er tann fyrsti av teimum tungu dreingjunum, sum hevur bundið seg til at spæla í Fløtugerði komandi kappingarár.

 

- Ein av okkara royndastu monnum, Karl Á. Løkin, hevur undirskrivað sáttmálað fyri 2023. Sambært Faroesoccer spældi hann heili 256 dystir fyri ÍF. VIt eru sera fegin um hansara avgerð, at halda fram, tí umframt at vera ein fantastiskur spælari, so er hann eisini ein fantastiskur lærumeistari, tá ið tað umræður teir ungu spælararnar, skrivar ÍF.

 

Higartil hevur ÍF bara fingið Jákup Nolsøe Olsen til útifrá. Annars er talan um lokalar sáttmálar. Helst verður arbeitt við at styrkja hópin enn meir.

 

Mynd: (ÍF) Georges Rouah, formaður, og Karl Løkin