Karl er tann ultimativi felagsskapsmaðurin

Í dag - nýggjársdag - eru fimmti ár síðan, at sandoyingar fyrstu ferð valdu Karl Vidtfeldt sum 15 ára gamal til formann í B71.

 

- Fyri at seta tingini í perspektiv, so hildu vit í B71 fyri fáum árum síðan 50 ára føðingardag fyri øllum felagnum B71, men í dag, nýggjársdag, er tað hinvegin ein merkisdagur aftrat. Tað eru nevniliga fimmti ár síðan, at Karl Karl Vidtfeldt sum bert 15 ára gamal fyrstu ferð varð valdur til formann felagsins.

 

Tað siga tey í B71, sum í dag klokkan 14 skipaðu fyri skrúðgongu úr skúlanum á Sandi og oman í Búðina at heilsa upp á formannin, ið sostatt hevur 50 ár á baki, sum formaður og í nevnd, hóast tað skal sigast, at hetta ikki er í einum longri strekki.

 

- Hesi 50 árini er tað ógvuliga ymiskt, hvaðani Føroya fólk kennir Karl, ið hevur havt nógvar ymiskar hattar á høvdinum millum ár og dag, bæði í ítrótti, leikandi og í nevnd hjá B71 og FSF, men eisini í dansi, sum eykapolitistur, bilsmiður og vinnurekandi.

 

Blíðskapurin var sum altíð óførur í Vidtfeldt-húsarhaldinum.

 

- Vit, sum bara ætlaðu okkum at standa í túninum, vórðu beinavegin stýrd innar í stovuna, har vit róptu trífalt hurrá, sungu B71-sangin, røddu og handaðu gávu, áðrenn vit drukku ein kaffimunn - enn einaferð í góða felagsskapinum, og hesaferð inni hjá Karl sjálvum.

 

Í B71 takka tey eisini baklandinum hjá Karl, Onnu Sofíu og allari familjuni fyri langa lánstíð, har tey eisini hava verið noydd at vera ein virkin partur av felagsskapinum alla hesa tíð. 

 

- At vera partur av B71 og einum hvørjum felagsskapi er hjá eldsálunum ikki eitt ítriv, men meiri at kalla ein lívsstílur, og tá er alneyðugt at hava røttu fólkini rundanum seg eisini. Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum, síðan tú fyrstu ferð gjørdist formaðaður í B71.

 

Og í B71 leggja tey aftrat:

 

- Vónandi eiga vit nógv góð ár saman aftrat í heimsins besta felagsskapi. Drívið á B71!

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##