Karsten Hansen ger eitt kanónval í Klaksvík og hevur tikið nógvar atkvøður frá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum. Bjørn Kalsø ruddar borðið í Sambandsflokkinum Fólkaflokkurin og Tjóðveldi hava mist nógvar atkvøður í Klaksvík. Fólkaflokkurin er farin úr 1148 og niður í 894 atkvøður, og Tjóðveldi er farið úr 662 og niður í 538.
Hinvegin hevur Miðflokkurin meira enn fýrafaldað sítt atkvøðutal í Klaksvík, og stóri atkvøðuslúkurin er Karsten Hansen, sum mitt í valskeiðnum skifti Tjóðveldi út við Miðflokkin eftir atkvøðugreiðsluna um 266b.
Fólk hava givið Karsten Hansen eitt klapp á ryggin fyri tað, og hann fekk heilar 345 atkvøður í Klaksvík. Á seinasta løgtingsvali fekk hann 246 atkvøður.